Stillføri og nærlagdi høvuðsvenjarin hjá Víkingi vitjaði FM1

(FM1) Hoyr sendingina Fótbóltspanelið. Dagsins gestur var Jóhan Petur Poulsen, høvuðsvenjari hjá Víkingi

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen var gestur í Fótbóltspanelinum á FM1 í dag (Mynd: Tróndur Arge)

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen var gestur í Fótbóltspanelinum á FM1 í dag (Mynd: Tróndur Arge)

##med2##

Ein á mangan hátt stillførur maður, ið ikki søkir rampuljósið, men kortini ein sera nærlagdur, dugnaligur og krevjandi venjari.

Talan er um toftamannin, Jóhan Petur Poulsen sum er høvuðsvenjari hjá Víkingi.

Seinnapartin var Jóhan Petur Poulsen gestur hjá Tróndi Arge í sendingini Fótbóltspanelið á FM1.

Fyrst fóru Tróndur og Jóhan Petur stutt rundanum tíðina hjá Jóhan Peturi sum fótbóltsspælari, ið var kvett stutt av mongu skaðunum hann stríddist við. Men Jóhan Petur brennur fyri fótbólti, og hann hevur roynt seg sum fyrst hjálparvenjari hjá B68, 1. deildarvenjari hjá Víkingi og nú høvuðsvenjari hjá Víkingi.

Nomið var eisini við tíðina tá Jóhan Petur rættiliga brádliga tók við starvinum aftaná Eyðun Klakstein í fjør, og vónirnar fyri komandi kappingarárinum. Venjaraskiftið kravdi ein nýggjan spælistíl, og tað hevur kravt tolnið frá bæði venjara og leikarum, greiðir Jóhan Petur frá. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen var gestur í Fótbóltspanelinum á FM1 í dag (Mynd: Tróndur Arge)

(Fótbóltspanelið á FM1 19. februar 2021. Gestur: Jóhan Petur Poulsen)