Stjørna hjá Barcelona úti í seks mánaðir

La Liga: Osumane Dembélé hevur verið undir skurð og spælir ikki aftur hetta kappingarárið

FC Barcelona hevur boðað frá, at Osumane Dembélé hevur verið undir skurð í Finnlandi fyri afturvendandi fipurskaðar í baklærinum. Hann verður vætnandi uttanfyri í seks mánaðir.

22 ára gamli fraklendingurin bleiv í 2017 keyptur sum avloysari fyri Neymar, men skaðar hava gjørt at Osumane Dembélé ongantíð ordiliga hevur sligið til í FC Barcelona.

##med2## 

Katalanska stórfelagið hevur stórar trupulleikar í løtuni. Ein onnur av álopsstjørnunum, Luis Suarez, spælir í fyrsta lagi aftur móti kappingarenda, eftir at hann somuleiðis hevur verið undir skurð. Nýggja stórkeypið, Antoine Griezmann, hevur heldur ikki sligið til.

Nú er arbeitt við at keypa ein áleypara. Hetta hóast flytingarvindeygað er latið aftur, men í Spania ber til at keypa ein spælara í neyðstøðu, um eitt felag ongan avloysara hevur í hópinum. FC Barcelona rennur í løtuni eftir Real Madrid, sum er fýra stig fremst.