Stjørnan-Neistin og Team Klaksvík-Neistin á FM1 sunnudagin

Dysturin í SMS-deildini millum Stjørnuna og Neistan byrjar klokkan 15 sunnudagin, og dysturin millum Team Klaksvík og Neistan í Okkaradeildini byrjar klokkan 17

Sjúrður H. Hoydal sigur frá tveimum hondbóltsdystum norðuri í Klaksvík sunnudagin

Sjúrður H. Hoydal sigur frá tveimum hondbóltsdystum norðuri í Klaksvík sunnudagin

Sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum, ið báðir verða spældir í Klaksvík.

Klokkan 15 verður sagt beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum Stjørnuna og Neistan, ið verður spældur í KÍ-Høllini.

Klokkan 17 verður sagt beinleiðis frá dystinum í Okkaradeildini millum Team Klaksvík og Neistan, ið verður spældur í KÍ-Høllini.

Frásøgumaður verður Sjúrður H. Hoydal. 

Samrøður við umboð fyri Stjørnuna, Team Klaksvík og Neistan koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7 (í Klaksvík), FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Sjúrður H. Hoydal sigur frá tveimum hondbóltsdystum norðuri í Klaksvík sunnudagin