Bæði StÍF og Stjørnan skuldu helst hava tvey stig í dystinum teirra millum í kvøld, um feløgini skuldu gera sær vónir um at vinna seg í hálvfinalurnar í SMS-deildini.
Sí eisini:
VÍF og Stjørnan vilja hevna seg í kvøld
StÍF kundi fegnast um at triðji japanski leikarin Mao Otani nú hevur fingið neyðugu loyvini upp á plássi, so hon kundi leggjast afturat Haruku Gima og Yuiku Kurimoto á StÍF-liðnum.
Men hetta var ikki nóg mikið ímóti Stjørnuni.
Stjørnan hevði hug at vera á odda allan dystin og hóast StÍF minkaði fleiri ferðir um munin - millum annað úr fimm niður í eitt mál beint fyri hálvleik, helt Stjørnan um endan.
StÍF minkaði enn einaferð fitt um munin ímóti dystarenda, tá ið støðan fór úr 24-20 til 24-23 til Stjørnuna.
Men nærri kom StÍF ikki og Stjørnan vann dystin 27-24, og er nú bert tvey stig aftanfyri Neistan og Kyndil, sum dystast í annaðkvøld.
StÍF – Stjørnan 24-27 (12-13 | |
SMS-deildin, 13/11/2019 | |
Málskjúttar StÍF | |
Haruka Gima | 11 |
Karina Berg Høgnesen | 5 |
Yuika Kurimoto | 4 |
Erla J. Petersen | 1 |
Emmy T Kass | 1 |
Mao Otani | 1 |
Randi Fagradal | 1 |
Málskjúttar Stjørnan | |
Jansy Jacoben | 7 |
Mina Lava Sirdal | 6 |
Tóra Eliasen | 6 |
Katrin Bertholdsen | 3 |
Tóra J. Norðá | 3 |
Oddvør Josephsen | 2 |
Støðan í SMS-deildini eftir kvøldsins dystir
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 9 | 249 | 198 | 51 | 14 |
2 | H71 | 8 | 212 | 185 | 27 | 12 |
3 | Kyndil | 7 | 184 | 125 | 59 | 10 |
4 | Neistin | 8 | 196 | 168 | 28 | 10 |
5 | Stjørnan | 9 | 225 | 240 | -15 | 8 |
6 | StÍF | 9 | 193 | 270 | -77 | 4 |
7 | VB | 8 | 169 | 242 | -73 | 0 |