Stjørnurnar fella í Australia

Serena Williams tapti sera óvæntað í gjár, eins og stjørnuskotið, Stefanos Tsitsipas, eisini mátti tíðliga úr Australian Open

Serena Williams (h.m) var í nátt varpað úr Australian Open, eftir óvæntaðum ósigri ímóti Wang Qiang (v.m.) (Ritzau Scanpix)

Serena Williams (h.m) var í nátt varpað úr Australian Open, eftir óvæntaðum ósigri ímóti Wang Qiang (v.m.) (Ritzau Scanpix)

Ársins fyrsta Grand Slam-kapping er komin væl av bakkastokkið, og í gjár skelkaðist tennisheimurin av fleiri óvæntaðum úrslitum.

Serliga mundi tað geva afturljóð, at Serena Williams, sum hevur metið fyri flest sigrar í Australian Open, er úti av ársins kapping longu eftir triðja umfar.

Í gjár tapti 38 ára gamla tennisímyndin, sum er styrkismett sum nummar níggju í heiminum í løtuni, kinesisku Wang Qiang. 28 ára gamla Wang er í løtuni styrkismett sum nummar 29 í heiminum.

Wang Qiang vann dystin við tveimum settum ímóti einum: 6-4, 6-7(2) og 7-5

Serliga óvæntað var hetta, tá ið hugt verður eftir seinasta dystinum ímillum tær báðar. Í september vann Serena Williams við 6-0 og 6-1 upp á bert 44 minuttir í fjórðingsfinaluni í US Open.

Fjórðingsfinalan tá var besta úrslitið hjá Wang í einari Grand Slam-kapping nakrantíð.

Júst samstundis spældi danska Caroline Wozniacki, og eisini hon tapti sín dyst ímóti Ons Jabeur.

Sí eisini:

Wozniacki takkaði fyri seg

Ons Jabeur og Wang Qiang hittast tí í næsta umfari.

Í dag kom enn einn fittur skelkur, tá ið 21 ára gamla grikska stjørnuskotið og hálvfinalisturin frá í fjør, Stefanos Tsitsipas (nummar 7 í heiminum) tapti ímóti 29 ára gamla Milos Raonic (nummar 35 í heiminum) úr Kanada.

Milos Raonic er kendur fyri góðar servueginleikar, og júst hetta gjørdist eisini avgerandi, tá ið hann við 19 essum, vann dystin við trimum settum ímóti ongum: 7-5, 6-4, 7-6.

Serena Williams (h.m) var í nátt varpað úr Australian Open, eftir óvæntaðum ósigri ímóti Wang Qiang (v.m.) (Ritzau Scanpix)