Stjørnuspælari má geva avboð

Hilmar Leon Jakobsen hevur givið avboð til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Danmark

Hilmar Leon Jakobsen hevur givið avboð til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Danmark. Í hansara stað kemur Eirikur Simonsen, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Vinstri bakkurin, sum hevur verið darvaður av skaða í longri tíð, og sum nú var mettur endiliga at vera til reiðar aftur at gera mun á landsliðnum, er kortini ikki tøkur til komandi undankappingardystirnar. Hann hevur fingið trupulleikar við lúskuni, sum ger, at hann ikki verður við.

Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, hevur ístaðin sent boð eftir Eiriki Simonsen. Føroyar og Montenegro spæla í Farum hóskvøldið kl. 18.30 føroyska tíð, og dysturin móti donsku heimsmeistarunum verður í Aalborg sunnudagin klokkan 17.00.