Stjørnusúkklari ikki við til Tour De France og er enn í óviti

Í gjár var bretska súkklustjørnan Chris Froome úti fyri álvarsomum falli.

Mynd av Froome beint áðrenn fallið, mynd: fox sports

Mynd av Froome beint áðrenn fallið, mynd: fox sports

Chris Froome var í gongd við eina etapu í kendu fronsku súkklikappingini Critérium du Dauphiné, áðrenn hann datt av súkkluni. 

34 ára gamli bretin mátti sostatt undir skurðvigerð í átta tímar, áðrenn hann var innlagdur á intensiv deild, har hann hevur ligið líka síðan.

Chris Froome hevur brotið fleiri rivjabein, umframt tað hevur hann brotið beini og hevur fleiri innari bløðingar.

Hann er sum sagt enn uttan vit, og skal liggja á intensiv deild í minst trýggjar dagar avtrat.

Chris Froome verður sostatt ikki við til størstu súkklikappingina í heiminum, nemliga Tour De France, ið er frá 6 til 28 juli. Chris Froome hevur vunnið Tour De France fýra fer, í 2013, 2015, 2016 og í 2017.

Mynd av Froome beint áðrenn fallið, mynd: fox sports