Støkk liggur fremst

Smágentuliðið Rósan slóðbroytandi úrslit í altjóða kapping

Í løtuni kappast fleiri lið úr Føroyum úr feløgunum Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag, í altjóða estetisku kappingini Easter Cup, sum verður hildin í Greve í dag og í morgin. 

Kappingin er ikki liðug enn, men vit kunnu hervið boða frá, at smágentur Rósan úr Støkk hava vunnið innleiðandi umfarið í síni kapping við heili 16,77 stigum. Aftaná Støkk liggur HF Bjalla á 2. plássi við 16,36 og Vela hjá Ljósinum er á 5. plássi við 16,06.

##med2##

Hetta er stórt met í føroyskum estetiskum fimleiki í eini altjóða kapping. Í kappingini luttóku 15 lið. Finalan verður í morgin kl. 11 føroyska tíð og kann hon stroymast á;  video.dif.dk/eastercup-2019.

Venjarar hjá Rósuni úr Støkk eru Ásleyg Gregersen, Kristina Bjartalíð og Bjørk Nolsøe.