Størsta stjørnan er á beinkinum

Tveir spælarar eru skiftir út í verjuni og ein í álopinum

Gilli Rólantsson er aftur á høgra vongverja

Gilli Rólantsson er aftur á høgra vongverja

Håkan Ericson boðaði eftir 4-0 tapið ímóti Danmark frá, at broytingar fóru at verða gjørdar undan dystinum ímóti Lettlandi ídag.

Nú spælararnir eru komnir á Tórsvøll, har Lettland er gestur, er staðfest, at tríggir spælarar eru á liðnum ídag, sum ikki vóru við frá byrjan mikukvøldið.

Teir tríggir nýggju sammett við mikukvøldið eru Gilli Rólantsson á høgra vongverja, Odmar Færø í miðverjuni og Klæmint A. Olsen í álopinum.

Teir avloysa Jóannes K. Danielsen, Heina Vatnsdal og Patrik Johannesen.

Merkisvert er tað, at Jóan Símun Edmundsson, sum bíðar eftir 60. landsdystinum, heldur ikki í dag er millum teir fyrstu ellivu. Mikukvøldið varð hann skiftur inn í seinna hálvleiki. Tá varð sagt, at hann ikki enn er heilt birgur at spæla allar dystirnar á tamb, og tað er hann heldur ikki ídag.

Tí kann roknast við, at Jóan Símun Edmundsson verður ein av teimum, ið fer at verða skiftur inn í seinna hálvleiki.

 

Føroyar - Lettland kl. 17.00

Dómarabólkur úr Bulgaria: Ivaylo Stoyanov, Ivo Kolev, Pavlin Mihaylov og Dragomir Draganov (4. dómari)

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen – Andreas Lava Olsen, Klæmint A. Olsen

Gilli Rólantsson er aftur á høgra vongverja