Stóri spurningurin snýr seg um Sølva

Á Argjum er setningurin hjá Símuni Samuelsen at samanspæla nýtt lið

Í leguni hjá Víkingi rigga teir til at fara suður í høvuðsstaðin. Fyrsta bríksl á Argjum verður klokkan 19. Í síðsta dystinum í fyrsta umfari fær AB vitjan av Víkingi.

Símun Samuelsen er nýggjur venjari á Argjum. Í kvøld fer hann fyri fyrstu ferð nakrantíð á beinkinum at hava ábyrgd av fótbóltsliði.

Setningurin er stórur. Meiri enn helmingurin av teimum, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í síðsta umfari í fjør, eru ikki longur í AB. Harvið er avbjóðingin at mynda nýtt lið.

Filip í Liða og Pedro Taracon Anton eru skaddir, og Jákup Pauli Breckmann er leikbannaður.

Tað er ivasamt, um Jón Krosslá Poulsen er førur fyri at spæla ídag.

 

Í Víkingi er Eyðun Klakstein nýggjur venjari. Allir spælararnir eru tøkir verður sagt úr Sarpugerði.

Spurningurin er, um Sølvi Vatnhamar verður millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur bara vant í eina stóra viku, eftir at hann var darvaður av skaða í rygginum.

Fleiri spælarar fara í kvøld fyri fyrstu ferð at royna seg í landskappingardysti við Víkingi. Millum teir fyrstu ellivu vera Ari Olsen, Jákup Johansen og Lukasz Cieslewixz, og so verður tað roknað at vera stórur styrkur, at Finnur Justinussen er aftur í Sarpugerði.

Í fjør vann Víkingur 3-0 og 3-1 á Argjum, meðan tað í Sarpugerði endaði 1-1.