Anna og Anja runnu Stjørnuna umkoll

Kyndil hevur í dag vunnið ein tryggan 32-18 sigur á Stjørnuni

Kyndil - Stjørnan: 32-18

Anna Brimnes og Anja Heinadóttir vóru stórskjúttarnir hjá Kyndil í dag, tá tær vunnu lættan og greiðan sigur botnliðnum úr Klaksvík. Kyndil setti seg tíðliga á dystin og helt leiðsluna allan vegin til dystarenda.

 

Stjørnan sprellaði í einstøkum førum, men sum heild so var Kyndil omaná at kalla allan dystin, Venjingarstøðan hjá teimum grønu úr Havn er væl betri enn hjá Stjørnuni og tað koma eisini til sjóndar í seinna hálvleiki. Eisini hevur Kyndil fleiri spælarar at taka av.

 

Anna Brimnes var toppskjútti við tíggju málum og Anja Heinadóttir skoraði átta. Kyndil hevur við sigrinum lagt seg á odda í bestu deildini hjá kvinnunum. Tær hava eins nógv stig sum VÍF, men hava eina betri málúrtøku.

 

Málskjúttar:

Kyndil: Anna Brimnes 10, Anja Heinadóttir 8, Bjarta Johannesen 3, Anna Sofía Mohr 3, Simona Petersen 3, Bára K. Hansen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Gudrun R. Olsen 1

Stjørnan: Anna Maria Ecaterixiescu 4, Mina Sirdal 3, Ella Petersen 3, Maria við Neyst 2, Jansy Jacobsen 2, Edith Hansen 2, Hervør Olsen 2

 

Liðugt: (32-18) Kyndil hevði ongar trupulleikar av Stjørnuni í dag

49.min: (24-14) Anna Brimnes, Kyndil, skorar sítt tíggjunda mál í dystinum í dag. Hon og Anja Heindóttir hava runnið Stjørnuna umkoll.

37.min: (19-12) Hóast Kyndil er á odda og hevur fingið nøkur góð skjótálop, so er venjari hjá Kyndli, Andrias F. Hansen, alt annað enn nøgdur við spælið hjá sínum spælarum. Hann tekur time out.

35.min: (16-9) Steðgur í spælinum, tí Mina Sirdal verður liggjandi eftir samanstoyt. Annars kann sigast, at Anna Brimnes nokk skoraði dagsins mál, tá hon buldraði bóltin í málhornið til 16-9. Hennara sætta mál.

 

Hálvleikur: (15-8)

Kyndil hevur beina kós móti tveimum stigum í høllini á Hálsi. Tað er serliga skjóta álopsspælið, sum koppar Stjørnuni. Anja Heinadóttir og Anna Brimnes hava báðar skotið fimm mál í part fyri Kyndil. Meginparturin av teimum málunum er komin upp á skjótálop, har Stjørnan ikki megnar at renna aftur við.

Fyri Stjørnuna hava málverjin, Raluca Ungurealu, og Mina Sirdal verið ljóspunktini.


Málskjúttar í fyrra hálvleiki:

Kyndil: Anja Heinadóttir 5, Anna Brimnes 5, Anna Sofía Mohr 2, Simona Petersen 2

Stjørnan: Mina Sirdal 3, Anna Maria Ecaterixiescu 3, Maria við Neyst 2

 

28.min: (15-7) Anna Brimnes, Kyndil, er annar spælarin, sum hevur skotið fimm mál í dystinum í dag. Annars hava seinastu minuttirnir verið merktir av óneyvum spæli og skotum.

20.min: (12-7) Anja Heinadóttir, Kyndil, er fyrsti spælari at koma upp á fimm mál í dag. Trý av teimum eru upp á skjótálop.

19.min: (11-7) Kyndil hevru rímuliga lætt spæl, men júst nú hevur Stjørnan eina góða løtu. Helst tí velur Kyndil at taka time out. Serliga eru tað skjótálopini hjá Kyndli, sum rigga væl.

14.min: (9-4) Raluca Ungurealu bjargar nú brotskasti frá Simonu Petersen(Kyndil). Kyndil hevur tamarhald á øllum uttan Minu Sirdal, sum hevur skotið trý góð mál higartil.

10.min: (7-3) Raluca Ungurealu, málverjin hjá Stjørnuni, er høvðusorsøkin til at Kyndil ikki er á odda við fleiri málum. Hon hevur tikið tveir 100 prosent møguleikar.

6.min: (5-2) Ionel Georghe, venjari hjá Stjørnuni tekur longu time-out. Kyndil er í holt við at vinna sær eina greiða leiðslu, eftir eina annars javna byrjan fyrstu minuttirnar.

4.min: (3-2) Fólk eru so smátt við at finna niðan í høllina í Hálsi til dystin í dag. Fyrstu fýra minuttirnar hevur tað gingið javnt á. Bæði liðini hava fingið mál upp á skjótálop.

 

Dysturin er byrjaður - Fyrri hálvleikur:

 

Undan dystinum:

Ein dystur í Elektron-deildini í kvinnuhondbólti er í dag, tá Stjørnan vitjar hjá Kyndli.

 

Kyndil var í FM-finaluni í fjør, og fyrstu umførini í vetur tóktust tær ivaleysar í eini endurtøku av kósini. Talan er tó um harða kapping millum VÍF, VB, Neistan og Kyndil, og ein av avgerandi faktorunum er uttan iva, at dystirnir móti niðaru liðnum verða vunnir.

 

Júst ein slíkur dystur er talan um í dag, tá Stjørnan vitjar. Í Klaksvík eru tey í ferð við at byggja upp av nýggjum, og tí hava avrikini sveiggjað rættiliga nógv. Á einum góðum degi kann Stjørnan tó argað tey flestu, men lítil ivi er tó um, at Kyndil er stórfavorittur í dag.

 

Dysturin, sum verður spældur í Høllini á Hálsi, byrjar klokkan 14.30.