Stórt avrik og úrslitið kennist vera stórt vónbrot

Føroyska liðið megnaði í 90 minuttir at halda spaniumonnum á 2-0, men so skoraði heimaliðið tvey mál í tíðini, sum dómarin legði aftrat

Avrikið var framúr gott, og føroyska liðið hevði alla orsøk at vera væl nøgt við avrikið og eisini úrslitið í Gijon, har Spania vann 4-0.

Men so skoraði Spania tvey mál í teir tríggjar minuttir, sum pólverski dómarin legði aftrat, og so vísti talvan 4-0, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

Føroyar og Spania hava tríggjar ferðir áður dystast. Allar tríggjar ferðirnar hava Føroyar skorað. Í kvøld vunnu føroyingar ein góðan møguleika, tá ið Jóannes Bjartalíð, sum hóskvøldið fyri fyrstu ferð var á landsliðnum, og í kvøld fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu, rann frá Ramos. De Gea í spanska málinum vann tvídystin við Jóannes Bjartalíð.

-Møguleikin var góður, men eg var ikki í fullari javnvág. Hevði tað verið í heimligu landskappingini hevði eg ivaleyst megnað at lirkað bóltin framvið málverjanum, men nú var eg ikki nóg kaldur. Eg visti ikki heilt, hvar eg var staddur, og eg rakti ikki bóltin heilt, tá ið eg skundaði mær at smekka til. Tað hevði verið vorðið sum mál at skora, men soleiðis varð tað ikki íkvøld, iðraði Jóannes Bjartalíð seg eftir dystarlok.

Jóannes Bjartalíð fer harvið í søguna við hesum gylta møguleikanum á sama hátt sum skyldmaður hansara Hjalgrím Elttør, sum á sinni sendi bóltin í týska stólpan.

-Harmiligt var tað, at teir í síðstu løtu skoraðu tvey mál. Hvat hugburði og avriki viðvíkur – bæði í verju og samanspæli – var hetta stór uppreisn, tá ið sammett verður við tað, sum vit vístu í 4-0 tapinum ímóti Svøríki, helt málverjin Gunnar Nielsen, sum spældi seg væl og skilagott.

Landsliðsvenjarin Lars Olsen rósar spælarunum:

-Vit iðra okkum um 4-0 tapið, og vit høvdu ikki marginalirnar við okkum, tá ið teir í rangstøðu skoraðu fyrsta málið. Men hugburðurin og avrikið vóru so nógvar ferðir betri, enn tey vóru hóskvøldið. Støðið var verjuparturin, sum riggaði so framúr væl, og tað var orsøkin til, at vit leingi vóru á veg ímóti 2-0.

Hví taptu tit so 4-0?

-Tí spælararnir vóru troyttir. Teir høvdu aftur og aftur ofrað seg og takla og tveitt seg og blokerað, men at enda var einki eftir. Serliga hugaligt var tað, at okkara menn megnaðu at samanspæla í góðum løtum, og so iðra vit okkum um, at vit ikki tóku av, tá ið vit høvdu møguleikan at skora ímóti nummar níggju í heiminum og á útivølli, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

 

https://www.in.fo/matches/?