Stórt skrædl á Argjum

AB legði rygg til tennistap, tá ið B36 var gestur inni í Vika

Tá ið landskappingin endaði leygardagin 26. oktober í fjør, vóru tað 42 stig millum B36 og AB. B36 endaði á øðrum plássi við 63 stigum, og AB endaði á sjeynda plássi við 21 stigum.

Hvussu tað fer at vignast í ár hjá hesum báðum grannaliðunum í høvuðsstaðnum, fæst at vita seinni í ár.

Í dag hittust grannarnir inni í Vika á Argjum, og tølini siga, at tað var stórur munur á, tí B36 vann 6-0. Tá ið eitt stórt korter var farið, var B36 frammanfyri 3-0, eftir fyrra hálvleik var støðan 5-0, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, hevði B36 skorað seks mál, meðan heimamenninir vóru sørir.

Sebastian Pingel skoraði tvey mál, og hini B36 málini skoraðu Hugin Samuelsen, Árni Frederiksberg, Alex Mellemgaard og Stefan Radosavljevic.