Stórt undirhald við Løkin

1. DEILD: B68 vendi støðuni frá 0-2 og til 2-2, og so svaraði NSÍ aftur, tá ið toftamenn stríddust fyri at skora sigursmálið

Tey umleið 200 fingu spenning og undirhald, sum í kvøld valdu Gekkin frá og heldur fóru at hyggja at fótbólti við Løkin í Runavík, har næstbesta liðið hjá NSÍ hevði vitjan av grannunum í B68.

14 hitastig, stilli og eitt bjart kvøld og spenningur og undirhald.

NSÍ vann 3-2. Sigursmálið skoraði Mórits Heini Mortensen í síðsta minutti. Tá høvdu toftamenn í 25 minuttir verið omaná og roynt at  skora sigursmálið. Teir vóru fleiri ferðir tætt við. Høvdu eina rúgvu av hornaspørkum og spentum støðum, men so hendi tað onkra ferðina, at heimaliðið fór í skjótt mótálop. Í tí eina førinum var Andri Benjaminsen leysur í høgru. Hann spældi uppá tvørs, og tá ið tað varð smekkað til úr tíggju metrum, fantombjargaði Heini Kristiansen í B68 málinum, so bólturin fór á tvørtræið og út til horna.

Og so var tað í síðsta minutti, at Andri Benjaminsen sneiddi seg leysan í vinstru. Hann legði flatt innfyri, og út frá nærra stólpa og tíggju metrar úr málinum setti Mórits Heini Mortensen innarusíðuna á bóltin, sum brast í nettakið.

Stórur fagnaður í heimaleguni og vónbrot millum gestirnar.

At mál broyta dystir var gongdin við Løkin í kvøld gott dømi um.

B68 legði bragdligari fyri, gestirnir høvdu møguleikar, men so vendi tað.

Pætur Turiðarson Skipanes legði heimaliðið framum fyrstu ferð teir gulu vóru í góðari álopsstøðu. Tá vóru tólv minuttir farnir, og restina av fyrra hálvleiki var NSÍ omaná. Dygst undan steðginum økti Sølvi Sigvardsen um heimaleiðsluna til 2-0, tá ið hann sneiddi seg leysan eitt sindur í høgru og smekkaði bóltin umvegis tvørtræið og í málið.

Eftir steðgin vóru toftamenn sera ágangandi. Esmar Clementsen og Búi í Hjøllum, sum komu á vøllin beinanvegin eftir steðgin, vóru eyðsýndir, og Búi í Hjøllum var tryggur, tá ið hann varð spældur leysur mitt fyri, rann frá verjuni og sendi bóltin framvið Eli Joensen í NSÍ málinum.

Tá var ein tími farin, rættiligur spenningur kom í, og sjey minuttir seinni varð 2-2. Bárður Ólavsson Jensen smekkaði til av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru, og bólturin fór dygst undir nærru samankomingini og sang í nettakinum.

So var tað, at B68 tevjaði sigurin. Álopsbogin varð spentur, tað var ferðmikið úr øðrum endanum og í hin, og NSÍ vann 3-2.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ er næstfremst við 45 stigum – eitt stig aftanfyri Víking sum hevur spælt ein dyst færri – og at B68 er á fimta plássi við 31 stigum – sjey stig aftanfyri KÍ og 07 Vestur. KÍ hevur spælt 20 dystir, og 07 Vestur hevur spælt 22 dystir.

Hinir dystirnir í hesum umfarinum eru B36-Skála og 07 Vestur-B71, sum verða spældir sunnudagin, og Víkingur-KÍ og EB/Streymur-HB, sum verða spældir týskvøldið.