Stórtap í seinna landsdystinum

Føroyar spældu væl í fyrra hálvleiki, men høvdu sera truplan seinna hálvleik

Føroyski hópurin ímóti Íslandi fekk dýran lenupening við heim

Føroyski hópurin ímóti Íslandi fekk dýran lenupening við heim

Føroyska kvinnulandsliðið hevur júst spælt seinna venjingardystin ímóti Íslandi, og aftur í dag gjørdist talan um eitt heldur stórt tap.

Í gjár vann Ísland 28-20, eftir at Føroyar høvdu gjørt sera nógv mistøk og brent illa í fyrra hálvleiki. Tá gekk frægari í seinna hálvleiki, og Ísland økti ikki um munin eftir hálvleiksstøðuna 17-9.

Í dag var søgan umvend.

Føroyar fylgdu væl við í fyrra hálvleiki, og hevði javnleik 11-11 áðrenn Ísland økti upp í hálvleiksstøðuna 13-11.

Í seinna hálvleiki rann Ísland undan, og tað gjørdist rættiliga tíðliga greitt, at Ísland fór at vinna stórsigur.

Tað endaði við úrslitinum 34-18 til Íslands.

Les meira um dystirnar og kvinnulandsliðið í Ítrottarsosialinum mánadagin.

Føroyski hópurin ímóti Íslandi fekk dýran lenupening við heim