Stórur áhugi fyri Faroe Islands Handball Cup

Fyrst í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrsta sinni í Vági. Talan er um hondbóltskapping fyri børn & ung og fyri vaksin – í døgunum 3.-5. august fyri børn & ung og í døgunum 14.-15. august fyri vaksin. Spælt verður í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll.

- Tilmeldingarfreistin er 30. Juni 2020 á midnátt og nú tilmeldingarfreistin nærkast, gleðast vit um, at sera stóra áhugan fyri Faroe Islands Handball Cup, skriva fyrireikarnir í tíðindaskrivi.

Higartil eru tilmeldaði fleiri enn 40 lið og fleiri enn 400 leikarar til Faroe Islands Handball Cup 2020. Lið í øllum aldursbólkunum frá U10 til og við U16 í gentum og dreingjum eru meldaði til, so gott grundarlag er fyri at fáa eina góða og spennandi kapping, og ikki minst nakrar góðar og gevandi dagar í Vági.

Sum nevnt, so er tilmeldingarfreistin úti á midnátt týskvøldið 30. Juni 2020, so lið kunnu framvegis melda til á heimasíðuni www.handballcup.fo, har tað eisini er nærri kunning um Faroe Islands Handball Cup.