Stórur fagnaður í Klaksvík

Kvinnur: Málleysur javnleikur ímóti EBS/Skála ber við sær, at KÍ hevur vunnið FM

KÍ kvinnurnar eftir at tær í kvøld á heimavølli tryggjaðu sær 19. FM heiti

KÍ kvinnurnar eftir at tær í kvøld á heimavølli tryggjaðu sær 19. FM heiti

Tað er stórur fótbóltsfagnaður í Klaksvík íkvøld.

##med2##

Skýlið var mest sum fult, tá ið KÍ kvinnurnar í kvøld tryggjaðu sær FM, og tað bæði sást og hoyrdist, at FM í kvinnufótbólti er komið heim, sum tað varð tikið til.

Tvey tey seinastu árini hevur EBS/Skála verið meistari. Í kvøld vóru meistararnir tvey tey seinastu árini í Klaksvík. Hóskvøldið vunnu tær 1-0 í Hólmanum ímóti KÍ. Í kvøld endaði tað 0-0 í Klaksvík, og tað var nóg mikið hjá KÍ at vinna FM.

Fyrr í kvøld vann HB 3-2 á útivølli ímóti ÍF/Víkingi/B68. Tað bar við sær, at um KÍ einki stig vann ímóti EBS/Skála, so fór tað í síðsta umfari at vera FM finala í Gundadali millum HB og KÍ.

Nú er tað greitt, at KÍ er meistari. Hetta er nítjanda ferðin, at KÍ kvinnurnar tryggja sær meistaraheitið.

Tað regnaði illa, tá ið fyrsta bríksl var í Klaksvík í kvøld. Seinni sleit í, og áskoðarafjøldin vaks.

Dysturin var lívligur og undirhaldandi. Heimaliðið var kanska omaná og misnýtti tveir stórar møguleikar, umframt at eitt mál varð kolldømt fyri rangstøðu.

EBS/Skála hevði ein góðan møguleika, tá ið fríspark úr høgru fór dygst omanfyri tvørtræið. Tað skuldi bara eitt mál til at útseta FM avgerðina, og tí var spenninguri inntil síðsta bríksl.

FM steypið og gullkrónurnar verða handað, tá ið KÍ hóskvøldið 26. september fer at spæla í Gundadali ímóti HB, sum hevur tryggjað sær silvurkrónurnar.

 

KÍ – EBS/Skála 0-0

ÍF/Víkingur/B68 – HB 2-3

 

15

10

2

3

30

11

32

HB

15

9

1

5

48

16

28

ÍF/Víkingur/B68

16

8

4

4

29

16

28

EBS/Skála

15

3

3

9

12

42

12

B36

15

3

0

12

11

45

9

KÍ kvinnurnar eftir at tær í kvøld á heimavølli tryggjaðu sær 19. FM heiti

Málleysur javnleikur ímóti EBS/Skála ber við sær, at KÍ hevur vunnið FM