Stórur flogbóltsdagur í Klaksvík

Klaksvíkin er karmur um hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti í dag

Síðan steypakappingin var endurstovnað um aldarskiftið, hevur stóri steypafinalan havt  stóran týdning fyri feløgini kring landið. Fokusið og heiðurin sjálvur, at spæla í einari so týdningarmiklari finalu, hevur stóran týdning fyri feløgini, sum tí leggja alla orku í fyri at røkka finaluni. Tí er flogbóltsdagurin í Klaksvík í dag so týdningarmikil fyri liðini sum luttaka, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Tað var eitt stórt stig fyri føroyskan flogbólt, tá steypakappingin aftur varð sett á skrá fyrsta árið í hesum túsundáraskeiðnum. Fyri nógvum árum síðan var ein steypakapping, men hon var avgreidd eitt vikuskiftið, í Havn, og karmarnir vóru ikki serliga stórslignir.

Tí kom tað í grundini ikki óvart á, at gamla steypakappingin varð løgd til viks, millum annað tí ítróttarliga virðið í kappingini var heldur so sum so. Men sum árini gingu gjørdist greitt, at steypakappingin manglaði í føroyska flogbóltskalendaranum.

Um aldarskiftið varð tí farið í holt við at endurstovnað steypakappingina, hesaferð tó sum eina sjálvstøðuga finalu, ein serligan dag. Kappingin er broytt við tíðini so hon í dag er skipað soleiðis, at tað er ein hálvfinaludagur, har finaluliðinivera funnin. Tann dagurin er í dag.

##med2##

Gamli flogbóltsbýurin

Tað er í grundini einki at siga til, at Badmintonhøllin í Klaksvík er karmur um hálvfinalurnar í steypakappingini, skrivar Flogbóltssambandið.

Eitt er, at Klaksvík er næst størsti býur í landinum, eitt annað er, at Klaksvík líka síðan Flogbóltssamband Føroya varð stovnað í 1980 hevur verið eitt av teimum týdningarmiklastuflogbóltsplássunum í landinum.

Blaðið bara ígjøgnum hagtølini yvir, hvørji lið hava vunnið meistaraheitið; har sæst, hvussu virkið Mjølnir hevur verið sum felag. Hyggið so eftir nøvnum á teimum leikarunum, sum hava verið á landsliðunum; eisini har eigur Mjølnir ein stóran part.

Klaksvík, bæði býurin og fólkið, hava altíð stuðla flogbóltinum væl, og hava altíð syrgt fyri, at umstøðurnar eru so góðar sum tær kunnu vera. Og við nýggju høllini í býnum eru tær í topp og øgiliga væl egnaðar til ein slíkan dag sum í dag.

##med3##

Karmarnir nógv at siga

Hjá ítróttarfólki er týdningarmikið at hava frið um tað, sum tey takast við. Tey ynskja at kunna brúka sína orku uppá tað, sum tað snýr seg um, nevniliga sjálvan dystin.

Tað kunnu tey, tá tey koma til Klaksvíkar, tí tey vita, at fyriskiparar - og sjálvandi eisini myndugleikar - hava gjørt alt, sum stendur í teirra makt, fyri at alt skal rigga so væl, sum tað yvirhøvur kann.

Flogbóltssamband Føroya er eisini sera væl nøgt við umstøðurnar, hjálpsemi og tað ýdni, sum klaksvíkingar, og norðoyingar sum heild, leggja í stóra hálvfinaludagin í morgin.

Skráin í dag:

Klokkan 13.00: Mjølnir - KÍF (kvinnur)

Klokkan 15.00: SÍ - Dráttur (kvinnur)

Klokkan 17.00: Fleyr - SÍ (menn)

Klokkan 19.00: Mjølnir - ÍF (menn)

Allir dystirnir vera stroymdir á kvf.fo og útvarpaðir á FM 1