Stórur ítróttardagur á FM1 frá klokkan 12 leygardagin

Fyrst verður flogbóltslandsdystur, síðani upptakt og frásøgn B36-KÍ, vinnaraprát, steypahandan og síðani "Triði Hálvleikur" við formansrundu

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stóru FM-finaluni millum B36 og KÍ á FM1 í morgin

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stóru FM-finaluni millum B36 og KÍ á FM1 í morgin

Stórur beinleiðis ítróttardagur verður á FM1 frá klokkan 12 leygardagin, og sent verður til klokkan er farin av 19 um kvøldið.

Lagt verður fyri við, at Óli G. Samuelsen sigur frá U19 kvinnulandsdystinum í NEVZA kappingini í flogbólti millum Føroyar og Ongland.

Aftaná flogbóltslandsdystin verður upptakt við Tróndi Arge og Sjúrði H. Hoydal úr Gundadali, har hitað verður upp til stóru FM-finaluna millum B36 og KÍ. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og B36, og aftaná fara hann og Sjúrður H. Hoydal at práta við vinnarar og taparar, serliga FM-vinnarar, og vit hoyra steypahandina.

Aftaná hetta verður sendingin "Triði Hálvleikur" við formansrundu, har vit frætta frá teimum ymisku formonnunum í Betrideildarfeløgunum. 

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

##med2##

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stóru FM-finaluni millum B36 og KÍ á FM1 í morgin

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá U19 NEVZA kvinnulandsdystinum millum Føroyar og Ongland á FM1 klokkan 12 í morgin