Stórur landsliðsdagur á FM1

Tað verður landsliðsdámur á FM1 í dag í samband við landsdystin móti Svøríki

Tað er í kvøld, at føroyska landsliðið tekur móti Svøríki á Tórsvølli í EM-undankappingini. Í tí sambandi verður landsliðsdámur á FM í allan dag.

http://www.midlar.foTú kanst lurta eftir FM1 við at trýsta HER

Byrjar verður klokkan 10, tá Petur Zachariassen og Eyðfinn Drewsen fara at stuttleika sær í studio. Millum klokkan 15 og 17 verður eitt serliga landsliðsfótbóltspanel, har gestirnir telja Glen Ståhl, Oddbjørn Joensen og André Olsen.

Frá klokkan 18 verður upptakt beinleiðis av Tórsvølli við Petur Asbjørn Lervig. Her eru gestirnir millum annað Ken Fagerberg, Heðin Askham, Virgar Hvidbro og Skansin.

Klokkan 19.30 verður beinleiðis frásøgn frá sjálvum landsdystinum. Viðmerkjari verður Jens Martin Knudsen. Aftaná verður 3. Hálvleikur við samanumtøkum og samrøðum úr Mixed Zone. Tú kanst verða ein partur av sendingini við at senda viðmerkingar og spurningar til 559999.