Stórur spenningur í Sarpugerði

Kvinnur: Nýggja felagsliðið hevur møguleika tíðliga seinnapartin at vinna toppin

mynd: Oliver Joensen nordlysid.fo

mynd: Oliver Joensen nordlysid.fo

Tað verður landsdystur ímóti Noregi í kvøld, og tí er tað heilt friðarligt í heimligu fótbóltskappingini hjá mannfólkunum.

Í bestu kvinnudeildini eru tveir dystir ídag. Annar er í Gundadali, har grannarnir í HB og B36 bresta saman. Tað hava longu verið tvær grannauppgerðir í Gundadali fyrr í ár. 23. mars vann B36 2-1, og 18. apríl vann HB 6-1.

Í Sarpugerði verður tað toppdystur klokkan 13. Nýggja felagsliðið ÍF/Víkingur/B68 fær vitjan av KÍ.

Øll liðini hava spælt átta dystir, og KÍ er topplið við 19 stigum. ÍF/Víkingur/B68 er næstfremst við 17 stigum. Tað vil siga, at felagsliðið fer at vinna seg fram á toppin, um tað í dag eydnast teimum at vinna fulla úrtøku ímóti KÍ.

23. mars vann KÍ 1-0 í Sarpugerði, og 18. apríl endaði tað 1-1 millum hesi bæði liðini, tá ið tey dystaðust í Klaksvík.

Síðani javnleikin í Klaksvík hevur KÍ vunnið ímóti hinum trimum liðunum í deildini við samantalda málmuninum 6-0.

Felagsliðið hevur eisini seinastu vikurnar vunnið ímóti øllum hinum avbjóðarunum. Samantaldi málmunurin í hesum trimum dystunum hjá ÍF/Víkingi/B68 er 10-2.

 

ÍF/Víkingur/B68 – KÍ: Jørleif Djurhuus Kl. 13.00

HB – B36: Tóki Høghamar kl. 16.30

Støðan

8

6

1

1

15

5

19

ÍF/Vík/B68

8

5

2

1

18

7

17

HB

8

4

1

3

24

8

13

B36

8

2

0

6

7

18

6

EBS/Skála

8

1

0

7

4

30

3

mynd: Oliver Joensen nordlysid.fo