Strákur sleppur ikki av landinum

Formaðurin í Ríðisambandinum er argur um støðuna

Orsøkin til at Strákur ikki sleppur av landinum at kappast, er tann at Heilsufrøðisliga Starvsstovan herfyri strammaði upp á lógartulkingina av ES lóg um flutning av rossum millum Føroyar og ES. Trupulleikin er sum skilst, at starvsstovan ikki longur metir at nakar myndugleiki í Føroyum hevur loyvi at skriva neyðug pass til ross, sum eru ald her á landi.

Í skrivið til tey, sum takast við rossaflutning, sigur Heilsufrøðisliga Starvsstovan, at tey vegna væntandi arbeiðsorku ikki fáa gjørt nakað við trupulleikan. Tey vísa til at tey hava kunnað Uttanríkis og Vinnumálaráð um trupulleikan.

Formaðurin í Ríðisambandinum, Brandur í Dali sigur í tíðindaskrivi, seg vera sera harman um støðuna og at hann fer at kanna um tey fáa gjørt nakað við málið. Eitt nú við at biða um fund við avvarandi myndugleikar.

Brandur í Dali sigur eisini, at hann ikki lastar starvsstovuna fyri teirra støðutakan, tey tulka lógir eftir besta førimuni, og tað er helst tað tey eru tilætlaði at gera. Samstundis harmast formaðurin í ríðisambandinum tó um, at tað í hesum førinum skal hava so stóra ávirkan á ríðiítróttina, at politikkarar og embætisfólk ikki hava megna at loyst hendan trupulleikan.