Stríðast um finaluplássini í kvøld

Seinastu innleiðandi dystirnir í summarkappingini verða leiktir í kvøld

Savnsmynd. Filip Jojic (í gulum) og VÍF stríðast ímóti H71 um finalupláss í kvøld.

Savnsmynd. Filip Jojic (í gulum) og VÍF stríðast ímóti H71 um finalupláss í kvøld.

Summarkappingin í hondbólti endar við finaludegi nú leygardagin, og í kvøld stríðast liðini fyri seinasta finalumøguleikanum.

Hesir dystir verða leiktir í kvøld:

SMS summarkappingin, Kvinnur:

Klokkan 18.30: H71 - U16-landsliðið, Hoyvíkshøllin

Klokkan 18.30: Neistin - U18-landsliðið, Høllin á Hálsi.

Okkara summarkappingin, Menn:

Klokkan 19.00: KÍF - Úrvalsliðið, Høllin í Kollafirði

Klokkan 20.00: H71 - VÍF, Hoyvíkshøllin

Klokkan 20.00: Neistin - U18-landsliðið, Høllin á Hálsi

Hjá kvinnum eru dystirnir beinleiðis stríð um finaluplássið leygardagin. Neistin og U18-genturnar liggja javnar í stigum í bólki 1, meðan U16-kvinnurnar kunnu taka fremsta plássið í bólki 2 frá H71, við at vera betri innanhýsis.

Hjá monnum er dysturin ímillum VÍF og H71 beinleiðis dystur um finaluna. VÍF fær finaluplássið við javnleiki. Tað gjørdist greitt, eftir at U20-menninir vunnu á Kyndli í gjárkvøldi.

Í bólki 2 kann KÍF ikki taka stórfavorittarnar av úrvalsliðnum aftur, og úrvalsliðið er betri innanhýsis enn bæði Neistin og U18-menninir.

Bólkavinnararnir hittast í finalu leygardagin.Stigatalvurnar eru soleiðis áðrenn seinastu dystirnar í kvøld:

SMS summarkappingin, Kvinnur:

Bólkur 1:

NummarLiðDystirStig
1Neistin12
2U18-kvinnur12
3VB20

Bólkur 2

NummarLiðDystirStig
1H7124
2Kyndil34
3U16-kvinnur22
4Stjørnan30

Okkara summarkappingin, Menn:

Bólkur 1

NummarLiðDystirStig
1VÍF23
2U20-menn33
3Kyndil32
4H7122

Bólkur 2:

NummarLiðDystirStig
1Úrvalslið24
2Neistin22
3U18-menn22
4KÍF20

 

 

Savnsmynd. Filip Jojic (í gulum) og VÍF stríðast ímóti H71 um finalupláss í kvøld.