Kaj Leo fyri HB'ara

Ein broyting er í føroyska landsliðshópinum, sum fer á venjingarlegu í næstum

Christian R. Mouritsen úr HB hevur givið avboð til venjingarleguna hjá A-landsliðnum í Spania í komandi viku. Lars Olsen hevur ístaðin sent boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu, skrivar heimasíðan hjá FSF.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu, sum farna kappingarár umboðaði barndómsfelagið Víking, spælir nú í norskum fótbólti, har hann er sáttmálabundin við felagið Levanger. Hann hevur áður verið partur av føroyska landsliðshópinum.

 

Føroyski hópurin fer avstað mikudagin komandi til Mijas í Suður-Spania á venjingarlegu. Í sambandi við venjingarleguna er eisini ein vinardystur móti Gibraltar á skránni.

Hópurin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Motherwell FC (bert við til seinna dystin)
Tórður Thomsen, B36
Teitur Gestsson, HB

Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland
Gunnar Haraldsen, HB
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK
Viljormur Davidsen, Vejle BK
Oddmar Færø, Forfar Athletic (bert við til seinna dystin)

Miðvallarar:
Hallur Hansson, AaB
Fróði Benjaminsen, HB
Karl Løkin, ÍF
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger
Heini Vatnsdal, HB
Gilli Sørensen, AaB
Pól Johannus Justinussen, EB/Streymur
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF

Framherjar:
Klæmint Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson
Páll Klettskarð, KÍ