Suarez: Eg skilji hetta ikki

Balladan í FC Barcelona heldur fram, men nú uttan Luis Surez, sum hevur takkað fyri seg

Í gjár segði Luis Suarez takk fyri seg í FC Barcelona á einum tíðindafundi. Hann er ein av fleiri spælarum, sum verða nærmast gúppaðir úr felagnum, eftir at forsetin hevur lovað broyting.

- Eg havi torført við at skilja mítt farvæl, og eg kann ikki fyristilla mær, hvussu tað verður at spæla móti FC Barcelona, mínum fyrrverandi liðfeløgunum og mínum vinum, sigur Luis Suarez.

Eftir seks málrík ár við FC Barcelona skiftur hann nú til Atletico Madrid fyri lítið og lætt. Tað skuldi verða ókeypis, men í evstu løtu ætlaði katalanska stórfelagið at steðga skiftinum, tí talan er um ein kappingarneyta hjá FC Barcelona í La Liga. Partarnir eru tó komnir ásamt um prís.

FC Barcelona hevur síðani 8-2 tapið fyri Bayern Munchen í Champions League koyrt venjaran og sett Ronald Koeman. Ítróttarstjórin er farin frá og avbjóðarnir til forsetavalið, ið verður komandi ár, hava lagt fram misálit á sitandi forseta, Josep Bartomeu.

Arturo Vidal hevur skift til Inter Milan, Luis Suarez er farin til Atletico Madrid, Ivan Rakitic til Sevilla, Arthur til Juventus og fyrr í hesi vikuni fór høgri bakkurin, Nelson Semedo, til Wolverhampton í Onglandi. Einasta tilgongdin er Trincão, sum er komin úr Braga í Portugal.

Avtala bleiv gjørd fyrr í ár, um at keypa Miralem Pjanic frá Juventus og Philippe Coutinho er aftur, eftir at hava verið útleigaður til Bayern Munchen í eitt ár. Higartil hevur gingið illa at fáa nakran nýggjan spæla til.

Luis Suarez hevur seinastu seks árini spældi við FC Barcelona. Tað bleiv til 283 dystir og heili 198 mál.

##med2##

Luis Suarez Farewell Interview Full HD - #luissuarez #9raciasLuis #farewell #barca #fcbarcelona