Súkklaði avlýsta kapping við 4.221 fjepparum

Vincenzo Nibali súkklaði Milan - San Remo heima í stovuni, og fjepparar vóru bodnir við.

Vincenzo Nibali á súkkluni heima við hús í gjár.

Vincenzo Nibali á súkkluni heima við hús í gjár.

Eftir ætlan skuldi ein av stóru súkklukappingunum, Milan - San Remo, súkklast í gjár, men orsakað av Corona-smittuni varð kappingin avlýst.

Ferfaldi Grand Tour-vinnarin, italski Vincenzo Nibali, valdi tó at súkkla 57 kilometrar av kappingini heima við hús í einari teldugjørdari útgávu.

Nibali, sum er 35 ára gamal og súkklar við Trek-Segafredo, bjóðaði fjepparum at súkkla við, og undirtøkan var bara heilt góð. 4.221 súkklarar súkklaðu teinin við honum.

Tað gjørdu tey á sínum sokallaða súkklutrenara heima hjá sær sjálvum.

- Hetta var ein møguleiki at súkkla á ein øðrvísi og stuttligan hátt, og tað var gott at súkkla teinin heima við hús saman við fjepparum, hóast tað bara var teldugjørt, sigur Nibali við Cyclingnews.

Vincenzo Nibali, sum er úr Messina í Sisilia, vann Milan - San Remo fyri tveimum árum síðani.

- Milan - San Remo hevur eitt serligt pláss í hjarta mínum, og hendan kappingin er ein av mínum vakrastu sigrum, sigur hann.

Vincenzo Nibali sigur, at hann er týðiliga merktur av álvarsligu støðuni í heimlandinum og kring heimin, og hann mælir øllum til at taka stórt fyrivarni í hesum døgum.

- Eg fari at biðja súkklarar um at vera tolnar í hesum truplu tíðunum. Verið verandi har heima og súkklið innandura. Vit síggjast skjótt aftur úti á vegunum, sigur hann.

Vincenzo Nibali á súkkluni heima við hús í gjár.