Súna K. Hansen fer at spæla við EH Aalborg í næstbestu donsku deildini

Heimasíðan hjá EH Aalborg sum hevur lið í næstbestu donsku kvinnudeildini í hondbólti boðar frá, at føroyski landsliðsspælarin kemur til felagið

Súna Krossteig Hansen skiftir frá Kyndli til EH Aalborg, ið spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini

Súna Krossteig Hansen skiftir frá Kyndli til EH Aalborg, ið spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini

Tað hevur verið sjón fyri søgn seinnu árini, at Súna Krossteig Hansen er eitt hitt størsta talentið í føroyskum kvinnuhondbólti, og hevur talan verið um framúr góð avrik fyri bæði Kyndil og fyri landslið.

Súna Krossteig Hansen gerst nú partur av hópinum hjá EH Aalborg, ið spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Hetta boðar EB Aalborg frá á heimasíðu sínari. 

Heimavøllurin hjá EB Aalborg er Nørresundby Idrætscenter har pláss er fyri 800 áskoðarum.

Farna kappingarár endaði EH Aalborg á einum trettanda plássi í HTH liguni.

20 ára gamla Súna Krossteig Hansen sigur, at tað var lætt hjá henni at velja EH Aalborg, og hon gleðir seg til at sleppa at møta hópinum og venjarunum, ið fara at hjálpa henni at mennast  enn meira sum hondbóltsspælari.

HER  ber til at síggja og hoyra eina heilsu Súna Krossteig Hansen hevur sent til fjeppararnar hjá EH Aalborg. 

 

 

Súna Krossteig Hansen skiftir frá Kyndli til EH Aalborg, ið spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini