Súna: Orkan gekk undan ímóti endanum

Føroyska U19 kvinnulandsliðið spælir í hesum døgum V19 championship.

Mynd av Súnu Krossteig Hansen, í gjøgumbroti ímóti Turkalandi. Mynd: HSF

Mynd av Súnu Krossteig Hansen, í gjøgumbroti ímóti Turkalandi. Mynd: HSF

U19 kvinnulandsliðið hevur tapt báðar sínar dystir í kappingini. Fyrsta dystin taptu føroysku kvinnurnar spældu mánadagin ímóti Tjekkia, ein dystur, ið tær taptu greitt 33-25. Súna Krossteig Hansen var helst besti leikari á vøllinum og skoraði sjey mál. Hon sigur soleiðis um fyrsta dystin:

– Vit komu longu afturum við trimum málum at byrja við móti Kekkia. Hetta gjørdi, at vit máttu alla tíðina renna aftaná teimum. Vit komu upp á -1 mál í hálvleikinum, men so fingu vit eina sera keðiliga byrjan uppá seinna hálvleik, har vit brenna og blakaðu 4 bóltar vekk á rað. Tær kundu spæla við fleiri leikarum í fyrsta hálvleiki, tí tær vóru framanfyri, og tískyld byrjaði orkan at ganga undan í seinna hálvleiki. Tað sást eisini at kekkiska liðið var væl betri fyri kroppsliga, enn hvat vit eru. Tær vóru bæði kvikari og kimiligari enn vit. Tær dugdu eisini væl at spæla pressspæl, og tá tær fingu skift nógv út í fyrra hálvleiki, og vit spældu við nærum teimum somu seks spælarum allan dystin, gevur hetta okkum trupulleikar, sum dysturin líður. Vit megna ikki at gera tey neyðugu fríkøstini í seinna hálvleiki. Hetta gjørdi, at tær sluppu á kant ella upp til skot í flestu álopunum í seinna hálvleiki. Vit gera tekniskar villir, har vit millum annað gera yvirtrakk, og, so brenna vit eisini 100%. Tá gerst trupult at skora mál, serliga tá orkan gongur undan. 

Í gjár spældi føroyska liðið ímóti Turkalandi. Eftir eitt framúr gott føroyskt avrik, blakaðu Føroyar dystin burtur ímóti endanum. Súna Krossteig Hansen var mannsvard í seinna hálvleiki, og hetta darvaði føroysku álopinum. 19 ára gamla kyndilskvinnan sigur soleiðis um tepra tapið fyri Turkalandi:


- Sum dysturin rann gjørdust okkara veikleikar sjónligari og sjónligari. Tað var serliga í seinna hálvleiki, at alt small saman. Turkarnir royndu alla tíðina at finna loysnir til at knekka okkara góða verjuspæl, ið koyrdi sera væl í fyrra hálvleiki. Verjuspælið var eisini fínt í seinna hálvleiki, tí vit fingu hildið teimum niðri á 22 málum í 52 minuttir, men teir síðstu sjey minuttirnar funnu turkarnir eina loysn til okkara verjuspæl, og tá høvdu vit einki mótsvar. Álopsspælið gekk væl at byrja við, men so skjótt orkan gekk undan í seinna hálvleiki, komu vit ikki til góðar málmøguleikar. Tær høvdu lisið okkara spæl, og tað gjørdi at genturnar fóru niður við høvdinum, og tað bleiv tyngri at spæla. Vit høvdu 8 100% kjansir, sum vit brendu. Tá sluppu tær lætt í mótálop og skoraðu 2 løtt mál. Teir síðstu 7 minuttirnir stendur støðan 7-1 til tær. Hetta er tí, at vit fáa tvær útvísingar, renna ikki heim og koma ikki til nóg góðir kjansir.

Føroyska liðið skal aftur í eldin í morgin klokkan 11:00, Føroysku U19 kvinnurnar møta Kosovo, hetta er eitt væl veikari lið enn Turkaland og Kekkia, tí Kosovo hevur tapt báðar sínar dystir greitt. Føroyar burdu havt góðar møguleikar fyri at vunnið dystin í gjár, men Súna Krossteig Hansen væntar sær ein tættan dyst:

-Vit fara inn við sama hugburði í morgin, sum vit hava havt til hinar dystirnar "dysturin skal vinnast"

Vónirnar eru góðar, tí vit klára væl at fylgja við teimum liðum, ið vit hava spælt ímóti, har dysturin í endanum ikki er koppaður til okkara fyrimun. Tað ætla vit okkum at broyta í morgin. Vit kunnu vænta frá Kosovo, at tær koma við líka nógvum ágrýtni, og fara væntandi at leggja líka nógv fyri at vinna dystin sum vit. Bæði liðini hava tapt sínar dystir, og eru av tí sama svangar, og sera tendraðar eftir einum sigri. Tit kunnu vænta ein tættan og harðan dyst frá báðum síðum.

Mynd av Súnu Krossteig Hansen, í gjøgumbroti ímóti Turkalandi. Mynd: HSF