Súna: Tað gjørdist avgerandi at Annika var víst av vøllinum

(FM1) Hoyr toppskjúttan hjá Kyndli, Súnu Krossteig Hansen og hjálparvenjarin hjá H71, Hallur Danielsen lýsa dramatiska dystin Kyndil-H71 25-24 (10-14)

Súna Krossteig Hansen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli móti H71 í dag við níggju málum

Súna Krossteig Hansen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli móti H71 í dag við níggju málum

##med2##

H71 var leingi á sigurskós móti Kyndli í toppdystinum í SMS-deildini í høllini á Hálsi í Havn fyrr í dag.

H71 var eitt skiftið frammanfyri við seks málum, og í steðginum var H71 á odda 14-10.

Ein avgerandi støða var í seinna hálvleiki, tá málverjin hjá H71, Annika Fríðheim Petersen fekk reytt og blátt kort fyri at latast at hótta Karina Midjord hjá Kyndli, ið var so óheppin í einum álopi hjá Kyndli at raka Anniku í andliti við bóltinum.

Toppskjúttin hjá Kyndli, Súna Krossteig Hansen sum skoraði níggju mál í dag staðfestir eisini, at tað gav henni og liðfeløgunum ein góðan møguleika at vinna sær eina leiðslu í dystinum, tí Annika Fríðheim Petersen er jú ikki landsliðsmálverji uttan orsøk.

Kyndil-H71 25-24 (10-14)

Kyndil: Súna Krossteig Hansen 9, Turið Arge Samuelsen 6, Ásleyg Súnadóttir 5, Karin Midjord 2, Bára Krossteig Hansen 2 og Halla Midjord 1

H71: Maria Halsdóttir Weyhe 9, Marita Mortensen 6, Sofie Søberg 3, Durita Toftum 3, Eva Barba Arge 2 og Silja Sámalsdóttir 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá teimum seinastu minuttunum av tí spennandi dystinum millum Kyndil og H71.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við hjálparvenjaran hjá H71, Hallur Danielsen sum staðfestir eitt stórt vónbrot í H71-leguni at missa ein dyst tær høvdu takið á.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Súnu Krossteig Hansen, ið skoraði níggju mál fyri Kyndil í dag. Súna var fegin um ikki at vera mansvard í dag, og at sleppa at spæla hondbólt. 

##med3##

Í Vestmanna vann VÍF trygt 31-21 (17-11) á VB. 

Heidi Maria Akselsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við níggjum málum. Durita C. Jojic skoraði seks mál fyri VÍF. Sofía Schrøter gjørdist toppskjútti hjá VB við sjey málum. Durita Hjelm skoraði fimm mál fyri VB. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF92491985114
 KYNDIL82141466812
 H7182121852712
 NEISTIN92171981910
 STJØRNAN9225240-158
 STÍF9193270-774
 VB8169242-730

Klokkan 18 spæla Neistin og StÍF í høllini á Hálsi í Havn. 

 

 

 

 

 

Súna Krossteig Hansen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli móti H71 í dag við níggju málum

(Kyndil-H71 25-24: Hoyr seinastu minuttirnar og samrøður við Súnu K. Hansen og Hallur Danielsen)

Reyða og bláa kortið landsliðsmálverjin hjá H71, Annika Fríðheim Petersen fekk gjørdust avgerandi fyri dystin millum Kyndil og H71