Sunnudagin sigur FM1 frá Neistin-H71 - SMS og Burn

Kvinnuliðini hjá Neistanum og H71 spæla í høllini á Hálsi í Havn klokkan 14, og mansliðini hjá Neistanum og H71 spæla klokkan 16

Seinnapartin sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum.

Talan verður dystirnar millum Neistan og H71 í SMS-deildini og í Burn-mansdeildini, ið báðir vera spældir í høllini á Hálsi í Havn.

Í SMS-deildini er Neistin nummar trý við 12 stigum og H71 er nummar tvey við 17 stigum.

Í Burn-mansdeildini er Neistin nummar trý við 12 stigum og H71 er nummar tvey við 15 stigum.

Kvinnudysturin byrjar klokkan 14 og mansdysturin byrjar klokkan 16.

Frásøgumaður hjá FM1 er Sjúrður H. Hoydal. 

Samrøður við umboð fyri Neistan og H71 koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER