Súsanna vann fyrsta gullmerkið

Oyggjaleikir: Súsanna Skylv Sørensen hevur í morgun vunnið gull í triatlon

Fyrsta føroyska gullmerkið er komið til høldar suðuri í Gibraltar, har tey í morgun eru farin undir fyrsta kappingardagin á oyggjaleikunum.

Tað var Súsanna Skylv Sørensen, sum var best í triatlon.

##ms##

 Hon legði bragdliga fyri við at vera millum tær fremstu at svimja 1500 metrar, tað gekk strúkandi at súkkla teir 40 kilometrarnar, og so var tað stórur fagnaður millum allar føroyingarnar, sum fylgdu við í góðveðrinum, tá ið hon var fyrst á mál, eftir at hava runnið 10 kilometrar.

Heri Simonsen er á staðnum, og tað verður meiri at frætta frá honum her á in.fo seinni - eitt nú samrøða við Súsonnu Skylv Sørensen, sum í morgun hevur vunnið fyrsta gullmerkið fyri Føroyar.