Svaraði rasistum aftur og fekk reytt kort

Taison: - Í einum rasistiskum samfelag er tað ikki nóg mikið at ikki verða rasistur. Tú noyðist at vera greitt ímóti rasismu.

Skýggjamynd: Taison brast í grát eftir fyrst hava verið fyri rasistiskum ágangi og síðani vera útvístur

Skýggjamynd: Taison brast í grát eftir fyrst hava verið fyri rasistiskum ágangi og síðani vera útvístur

Í Ukreina var var stórdystur á skránni í gjár, tá ið Shaktar Donetsk spældi á heimavølli ímóti Dynamo Kiev, og dysturin endaði í gølu, sum er farin um allan heim.

Orsøkin var, at fjepparar hjá útiliðnum róptu rasistisk ókvæmisorð ímóti leikarum hjá Shaktar, og harðast ímóti brasilsku stjørnunum, Taison og Dentinho.

Taison, ið hevur spælt seks landsdystir fyri Brasil, fekk nóg mikið av hesum. Hann svaraði aftur við at sparka bóltin niðan eftir áskoðarafjøldini, haðani ókvæmisorðini komu, samstundis sum hann teimum longutong.

Dómarin revsaði Taison við at vísa leikaranum reyða kortið. Tað gekk ein lítil løta, har Taison smáflenti heldur ørkymlaður, áðrenn hann brast í grát og fór av vøllinum.

Dómarin steðgaði dystinum fyribils og sendi bæði liðini í skiftirúmini, áðrenn hann fimm minuttir seinni boðaði frá, at dysturin skuldi spælast liðugur.

Liðið hjá Taison, Shaktar, vann dystin 1-0.

Taison svarar aftur

Hetta samdøgrið eftir dystin hevur fótbóltsheimurin viðgjørt støðuna, ið ikki er eindømi í altjóða fótbólti.

Millum annað verður Taison endurgivin fyri at siga eftir dystin, at í einum rasistiskum samfelag er tað ikki nóg mikið at ikki verða rasistur. Tú noyðist at vera greitt ímóti rasismu.

Taison: "En una sociedad racista no basta con no ser racista, hay que ser antirracista". Más clarito agua, grande Taison.

— Miguel Quintana (@migquintana)

Skýggjamynd: Taison brast í grát eftir fyrst hava verið fyri rasistiskum ágangi og síðani vera útvístur