Sveiggini hjá sandoyingum eru stór

1. DEILD: Í dag legði B71 rygg til tap á útivølli ímóti EB/Streymi, sum vann fyri aðru ferð í ár

Tað gongur upp, og tað gongur niður hjá sandoyingum. Sunnudagin vunnu teir 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, sum stríðist fyri at vinna uppflyting.

Í dag vóru sandoyingar á Mølini á Eiði. Vertirnir í EB/Streymi eru botnlið, sum bara hevur vunnið einaferð fyrr í ár.

Í dag vann EB/Streymur 4-2 ímóti B71. Eftir fyrra hálvleik bendi einki á, at heimaliðið fór at vinna øll stigini, tí tá var B71 frammanfyri 2-0. B71 málini skoraðu Tijani Mohammed í 8. minutti og Clayton Soares fýra minuttir seinni.

EB/Streymur fekk um endan í fyrsta minutti eftir steðgin, tá ið Jónstein Magnussen minkaði um munin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Ragnar Samuelsen, sum er leigaður úr B36, til 2-2, og so var 34 ára gamli veteranurin Hans Pauli Samuelsen upp á spæl. Hann var í mai mánað á liðnum, tá ið næstbesta EB/Streyma liðið tapti 5-0 ímóti NSÍ í Hólmanum.

Í dag var Hans Pauli Samuelsen á vøllinum mest sum allan dystin, og hann skoraði tvey tey síðstu málini. Til 3-2 í 71. minutti og til 4-2, tá ið tað restaðu sjey minuttir.

EB/Streymur hevur nú 12 stig, og B71 hevur 19 stig. EB/Streymur hevur verið aftast higartil, men nú er tað heilt stutt fram til tey næstu. HB hevur 13 stig, og Skála hevur 16 stig.