Sveiggjandi avrik í fýra settum hjá SÍ og Mjølnir (FM1)

(FM1) Hoyr Malan Mariu í Haraldstovu Weihe hjá SÍ og Turið Højgaard hjá Mjølnir seta orð á dystin SÍ-Mjølnir 1-3

Turið Højgaard (Mjølnir) og Malan Maria í Haraldsstovu Weihe (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

Turið Højgaard (Mjølnir) og Malan Maria í Haraldsstovu Weihe (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

Mjølnir legði seg fyribils á odda í meistaradeildina hjá kvinnum í flogbólti við einum 3-1 sigri á SÍ vesturi í Sørvági í dag.

Bæði Malan Maria í Haraldstovu Weihe hjá SÍ og Turið Højgaard hjá Mjølnir staðfesta, at liðini sveiggjaðu nógv í sínum avrikum í teimum fýra settunum, og tað sæst eisini aftur í settúrslitunum.

SÍ-Mjølnir 1-3 (18-25, 24-26, 25-12 og 7-25)

Malan Maria greiðir frá, at tær hjá SÍ hava eitt sera ungt lið, og tí fara avrikini ikki at vera stabil hjá SÍ.

Turið viðgongur, at Mjølnir mistu takið á dystinum í triðja setti, men hon kann fegnast um, at Mjølnir reisti seg tí fjórða settinum, og vunnu stórt 25-7.

Mjølnir hevur níggju stig og KÍF hevur seks stig. Dráttur og Fleyr hava trý stig. TB og SÍ hava einki stig fingið enn. 

TB og Dráttur spæla í Trongisvági í morgin klokkan 14.30. Fleyr og KÍF spæla í høllini á Hálsi í Havn mánakvøldið klokkan 18. 

 

 

Turið Højgaard (Mjølnir) og Malan Maria í Haraldsstovu Weihe (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

(Samrøður: Malan Maria í Haraldsstovu Weihe og Turið Højgaard)