Sveis yvirtekur HM-plássið hjá USA

Norður- og Millumamerika verður ikki umboðað í HM-endaspælinum í Egyptalandi

Sveis yvirtekur plássið hjá USA, og fer til Egyptalands at taka lut í HM-endaspælinum í manshondbólti

Sveis yvirtekur plássið hjá USA, og fer til Egyptalands at taka lut í HM-endaspælinum í manshondbólti

Bæði Kekkia og USA hava givið avboð til HM-endaspælið í manshondbólti, ið byrjar í Kairo í Egyptalandi í dag klokkan 17, tá Egyptaland og Chile spæla setanardyst.

Norðurmakedonia yvirtók plássið hjá Kekkia. Also eitt evropeiskt land fyri eitt evropeiskt land.

Tað verður ikki Grønland, men Sveis sum yvirtekur plássið hjá USA, so her er leisturin eitt evropeiskt land fyri einasta umboðið fyri Norður- og Millumamerika.

Og kemur tað hartil, at Cap Verde (Grønhøvdaoyggjar) úr Afrika eisini má geva avboð til HM-endaspælið vegna Korona-smittu í hópinum, so verða tað Niðurlond sum skulu yvirtaka plássið hjá Cap Verde.

So tað verður ikki á hesum sinni, at fimm norðurlond verða við til HM-endaspælið í manshondbólti.

 

 

Sveis yvirtekur plássið hjá USA, og fer til Egyptalands at taka lut í HM-endaspælinum í manshondbólti