Svenska fótbóltskappingin útsett tveir mánaðir

Brandur Hendriksson Olsen og hinir spælararnir í svenskum fótbólti mugu bíða til seinast í mai ella fyrst í juni at sleppa í gongd við kappingina

Tað ganga nakrir mánaðir aftrat áðrenn Brandur Hendriksson Olsen fær sína debut í Allsvenskuni fyri Helsingborgs IF (Mynd: Helsingborgs IF)

Tað ganga nakrir mánaðir aftrat áðrenn Brandur Hendriksson Olsen fær sína debut í Allsvenskuni fyri Helsingborgs IF (Mynd: Helsingborgs IF)

Á fundi í svenska fótbóltssambandinum ígjár var samtykt at útseta svensku fótbóltskappingina í tveir mánaðir við atliti til Corona-smittuna.

Brandur Hendriksson Olsen hjá Helsingborg, og allir hinir spælararnir í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni skuldu byrja kappingina 3. apríl.

Nú verður kappingarbyrjanin í teimum ymisku fótbóltsdeildunum ikki fyrrenn seinast í mai, og fyrst í juni.

Sambært svenska blaðnum, Expressen var breið semja millum svensku fótbóltsfeløgini um at útseta kappingarnar í teimum bestu fótbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum.

Føroyski landsliðsspælarin, Brandur Hendriksson Olsen má sostatt brynja seg við toli til at fáa sína debut í Allsvenskuni. 

Helsingborg skuldi eftir upprunaligu kappingarskipanini spæla fyrsta dystin í Allsvenskuni í ár á heimavølli 5. apríl á Olympia vøllinum í Helsingborg móti Varbergs IF. 

 

 

Tað ganga nakrir mánaðir aftrat áðrenn Brandur Hendriksson Olsen fær sína debut í Allsvenskuni fyri Helsingborgs IF (Mynd: Helsingborgs IF)