Svenska hondbóltskappingin er droppað og eingin meistari tilnevndur

Svenska hondbóltssambandið hevur valt bara at strika kappingina

Mikael Franzén, venjari og hópurin hjá oddaliðnum, Alingsås verða ikki staðfestir svenskir meistarar nú svenska hondbóltskappingin verður droppað orsaka av Corona

Mikael Franzén, venjari og hópurin hjá oddaliðnum, Alingsås verða ikki staðfestir svenskir meistarar nú svenska hondbóltskappingin verður droppað orsaka av Corona

Fyrr í vikuni tók svenska hondbóltssambandið avgerð um at bara enda kappingina í bestu hondbóltsdeildunum orsaka av Corona.

Einki endaspæl verður spælt, og heldur ikki upp- og uppflytingardystir verða spældir.

Áðrenn seinasta umfarið í grundspælinum var Alingsås oddalið í bestu mansdeildini, og Höör var oddalið í bestu kvinnudeildini.

Nú boðar svenska hondbóltssambandið frá, at eingir meistarar verða tilnevndir fyri kappingarárið 2019/2020, og tað er høvuðsvenjarin hjá oddaliðnum í bestu mansdeildini, Ålingsås als ikki nøgdur við.

Mikael Franzén, høvuðsvenjari hjá Alingsås heldur, at hóast tað er sera javnt í oddinum í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum, so er tað hansara lið, Alingsås sum er tað besta liðið hetta kappingarárið.

Alingsås stendur tó ikki við heilt ongum. Sum vinnarar av grundspælinum fáa spælararnir hjá Alingsås eitt gullheiðursmerki fyri at vinna grundspælið, men hetta verður ikki at rokna sum eitt meistaragull, tí tað ber ikki til at gjøgnumføra eitt endaspæl orsaka av Corona. Men Mikael Franzén sigur við svenska blaðið, Gøteborgsposten, at hann heldur, at Alingsås er rætta meistaraliðið óannsæð.

Plássini í teimum evropeisku kappingunum komandi kappingarár verða tillutað í mun til hvar liðini í bestu kvinnudeildini, og í bestu mansdeildini vóru á stigatalvuni nú svenska kappingin brádliga endaði. 

 

 

 

 

Mikael Franzén, venjari og hópurin hjá oddaliðnum, Alingsås verða ikki staðfestir svenskir meistarar nú svenska hondbóltskappingin verður droppað orsaka av Corona