Sverri: Eg eti ikki nakað serligt áðrenn kappingar

(FM1) Hoyr samrøðu við Sverra Sandberg Nielsen, ið hevur kvalifiserað seg til olympisku summarleikirnar í Tokyo komandi summar

Mynd: Euroman

Mynd: Euroman

##med2##

Sverri Sandberg Nielsen vann fyrr í dag síðani luttøku til olympisku summarleikirnar í Tokyo komandi ár.

Í bólkinum tungvekts single sculler, ella M1x, sum tað eisini verður nevnt, kom Sverri Sandberg Nielsen á mál sum nummar tvey í HM í rógving í Linz í Eysturríki við tíðini 6,52:93 - 1,09 sekund aftanfyri týska kappingarneytan, ið endaði á fyrsta plássi við tíðini 6,51:84.

Sverri Sandberg Nielsen er sostatt eisini við í finaluni sunnudagin. Neyðugt var hjá Sverra Nielsen at vera innan fyri fremstu tríggjar, fyri at fáa beinleiðis atgongd til OL, og somuleiðis var eisini neyðugt at vera innan fyri fremstu tríggjar fyri at sleppa við í finaluna sunnudagin.

- Eg eti ikki nakað áðrenn avgerandi kappingar, sigur Sverri Sandberg Nielsen í samrøðu við FM1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Sverra Sandberg Nielsen í tíðindasendingini á FM1 klokkan 17 í dag. 

Mynd: Euroman

(Samrøða við Sverra Sandberg Nielsen)