Sverri er eitt vøddabundi: Setti nýtt DM-met

Rógving: Sverri Sandberg Nielsen setti met, men er bilsin av at tað gekk so væl

Mynd: (roning.dk) Sverri Sandberg Nielsen fegnast um góða róðurin

Mynd: (roning.dk) Sverri Sandberg Nielsen fegnast um góða róðurin

Sverri Sandberg Nielsen er í stórformi, nú næsta stig í fyrireikingunum til OL 2020 fara í gongd. Um vikuskiftið setti hann stórt nýtt DM-met í innanduraróðri. Hetta er fjórðu ferð, at hann setur nýtt met síðani 2015.

- Eg hevði tað gott, tá eg kom út í høllina. Eg var róligur og var vísur í, at eg nokk skuldi rógva skjótt. Eg merkti tó eitt sindur av troyttleika í beinunum, og tað var ein løta í miðróðrium at eg helt at tað bleiv nakað tungt, men tað eydnaðist mær næstan at fylgja ætlanini, sigur Sverri Sandberg Nielsen við roning.dk.

Sverri er eitt vøddabundi

Heimasíðan heldur fyri at Sverri enn eina ferð stjól alla myndina, og kallar hann fyri eitt ”muskelbundt”, sum kundi verið umsett til eitt vøddabundi ella kanska bara eina kempu. Nýggjasta metið er 5.44,30.

- Eg var greiður yvir, at eg hevði róð skjótt til venjing, men var eitt sindur bilsin av at eg fekk tikið so nógv av metinum. Eg hevði ikki roknað við tí, sjálvt um eg visti at eg kundi gera tað, sigur Sverri Sandberg Nielsen eftir róðurin í  Gladsaxe Sportscenter.

Rógvarnir, sum skulu umboða Danmark til OL 2020 í Tokyo í Japan, skulu nú á venjingarlegu í Portugal. Hetta er fyrsta venjingarlegan av fleiri, sum eru ein liður í fyrireikingunum til OL. Roning.dk kallar Sverra Sandberg Nielsen fyri størstu heiðursmerkjavónina hjá Danmark. 

Mynd: (roning.dk) Sverri Sandberg Nielsen fegnast um góða róðurin