Sverri Nielsen danskt met í inniróðri

Sverri Nielsen vann opnan bólk fyri menn við tíðini 5:51.6, sum er nýtt danskt met

Sverri Nielsen úr Miðvági heldur fram við at gera vart við seg uttanfyri føroysku landoddarnar.

 

Í dag vann 22 ára gamli miðvingurin danmarksmeistaraheiti í opna bólkinum í innirógving. Og vann ikki bara DM, hann setti eisini nýtt met við tíðini 5.51.6.

 

Fólk, sum fylgdu við skriva á Facebook, at talan var um eitt ógvuliga sannførandi avrik, har Sverri Nielsen setti alla mótstøðu til viks. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eina reportasju, sum danska róðrarsambandið hevur gjørt, har vit síggja ymiskar rógvarar royna seg. Vit síggja m.a. Sverra geva "V teknið"