Sverri vann World Cup í Póllandi

Krútsterki føroyingurin framdi sannførandi avrik í Poznan.

 

Føroyski Sverri Sandberg Nielsen vann í dag World Cup í Poznan, Póllandi, tá ið hann í single-scullara sínum kom fyrstur á mál í sannførandi stíli. Hann var 2,14 sekund frammanfyri Philip Pavukou úr Hvítarusslandi og 2,83 sekund frammanfyri Angel Fournier Rodriguez av Kuba.

Danska róðrarsambandið skrivar á facebook, at Sverri vísti styrki, framúrskarandi teknikk og sálarligt yvirskot í finaluni, og at hetta er størsta úrslit í danskari rógving í tungvekt síðan 1995, tá ið Martin Haldbo og Lars Christensen vunnu gull.

- Eg fylgdi í grundini bara somu uppskrift sum í hinum kappingunum, har eg setti hinar undir trýst alt fyri eitt. Eg var yvirraskaður av hvussu lættliga tað gekk um miðteinin og hvussu stórt yvirskot eg hevði. Eg vildi ikki leggja alt ov stórt trýst á, men eg varnaðist at eg legði fjarstøðu til mótstøðumenninar hvørjaferð eg tók á. Ein fantastisk kensla at vinna gull, sigur Sverri Sandberg Nielsen við danska róðrarsambandið.