Systrarnar fegnast um bronsuna í tvímansleiki (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr Rakul og Annu Mikkjalsdøtur seta orð á hálvfinaluna, bronsuna og kappingina í borðtennis á oyggjaleikunum

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

##med2##

Nógv fólk var komið at stuðla borðtennissystrunum, Rakul og Annu Mikkjalsdøtrum í borðtennishøllini á oyggjaleikunum í Gibraltar, men gotlendska liðið, Karlsson og Schwartz var ov sterk mótstøða, hóast tað var sera nær við føroysk sett í øðrum og triðja setti.

Gotland vann dystin 3-0 við settúrslitunum 3-11, 12-14 og 11-13, og Føroyar fáa tí bronsu í tvímansleiki hjá kvinnum.

Aftaná dystin fekk FM1 orðið á systrarnar. Um taptu hálvfinaluna halda tær, at tær tordu ikki nóg væl at avgera settini, tá tær høvdu matchbólt, og tað kostaði.

Bronsan er tó ikki at forsmáa, og tær eru fegnar um at hava heiðursmerki við sær til Trongisvágs aftur. Tær vænta, at heiðursmerkini koma at hanga í stovuni.

Systrarnar halda, at foreldrini, Mikkjal og Heidi hava eisini uppiborið eitt heiðursmerki fyri teirra ótroyttiliga stuðul undir oyggjaleikunum.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Rakul og Annu Mikkjalsdøtur.

##med3##

##ms##

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

(Samrøða: Rakul og Anna Mikkjalsdøtur)