- Tá hepnið bjargar tær móti Føroyum stendur illa til

Fótbóltsserfrøðingurin hjá Dagbladet, Morten Pedersen gevur ilt av sær um norska avrikið móti Føroyum

Morten Pedersen, fótbóltsserfrøðingur hjá norska Dagbladet er ikki blíður um norska avrikið móti Føroyum

Morten Pedersen, fótbóltsserfrøðingur hjá norska Dagbladet er ikki blíður um norska avrikið móti Føroyum

- Tá hepnið bjargar tær móti Føroyum stendur illa til. So bombastisk er yvirskriftin til samanumtøkuna hjá fótbóltsserfrøðinginum hjá norska Dagbladet, Morten Pedersen.

Morten Pedersen skrivar, at trý stig vóru kravið, og so kann ein siga, at arbeiðið var fullført, men alt annað sum hendi teir 90 minuttirnar var pínligt, slær Morten Pedersen fast.

Morten Pedersen staðfestir eisini, at Føroyar høvdu fimm góðar málmøguleikar, og tá ein andar lættan aftaná ein harðvunnan sigur móti Føroyum er ikki so nógv, ið fær ein at hugsa um EM-endaspælið í 2020.

Morten Pedersen hevur eisini rósandi orð at bera føroyska liðnum og landsliðsvenjaranum, Lars Olsen. Morten Pedersen heldur, at føroyska liðið er munandi betri skipað enn 97. plássið á FIFA-styrkislistanum sipar til.

HER  ber til at lesa bersøgnu samanumtøkuna hjá Morten Pedersen, ið kortini eisini nær at nevna Føroyar ein fótbóltsmýggjabita. 

Morten Pedersen, fótbóltsserfrøðingur hjá norska Dagbladet er ikki blíður um norska avrikið móti Føroyum