Tá Jens Kristian skakaði spaniólar

Sosialurin: Allan Simonsen var stóra stjørnan og Jens Kristian skrivaði seg í fótbóltssøguna

Mynd: (Álvur Haraldsen)

Mynd: (Álvur Haraldsen)

Leygardagurin 11. oktober í 1997 er ein teimum meiri minniligu í føroyskari landsliðssøgu. Føroyska landsliðið er á vitjan hjá sponsku heimsstjørnunum eru í Gjión í norðurspania. Vit fara nú ein túr aftur í tíðina til eitt av minniligastu málunum í føroyskari landsliðssøgu

Brot úr grein í Sosialinum 6. september 2019

Sunnukvøldið skal føroyska fótbóltslandsliðið aftur spælt móti Spania í Gijón. Seinast liðini møttust í Spania var tann 11. oktober 1997. Eitt leygarkvøld, sum setti Jens Kristian Hansen á føroyska landsliðskortið.

- Hatta er málið tey minnast meg fyri, sigur Jens Kristian Hansen, meðan hann sær málið umaftur á sjónbandi. 11. oktober í 1997 er ein dagur, sum fyrrverandi landsliðsspælarin aldrin fer at gloyma.

Árið fyri vinnur Spania 6-2 á Svangaskarði. Todi Jónsson og Uni Arge skora føroysku málini. Todi Jónsson javnar til 1-1, men seinastu tíggju minuttirnar skrædnar í verjuspartinum.

- Eg minnist at vit vóru ikki nøgdir, tí vit lata fleiri mál inn í seinastuni. Tað er eitt sindur keðiligt at tapa 6-2, eftir at hava javnað til 1-1 og hildið teimum til meir enn ein tími er spældur, sigur Jens Kristian Hansen.

##med2##

Frammanfyri áleið 30 túsund áskoðarunum á El Molinon leikvøllinum í norðurspanska býnum Gijon stríðist føroyska landsliðið aftur móti yvirmaktini úr Spania. Luis Enrique úr FC Barcelona hevur lagt heimaliðið á odda, meðan áleyparin úr Real Betis, Oli, hevur økt til 2-0.

Tað er ein minuttir til hálvleiks og Jan Allan Muller fær viðgerð uttanfyri vøllin, meðan John Petersen ikki fær runnið.

- Vit eru bara níggju og ein hálvur spælari á vøllinum, tá frísparkið kemur innfyri. Vinstri bakkurin hjá teimum, Sergi, skallar bóltin útfrá. Eg temji hann og flukti hann í málið við mínum kalda høgra beini, sigur Jens Kristian Hansen við einum brosi. Hann er lámur og tí kemur fluktarin við høgra beini eitt sindur óvart á.

##med3##

Frísparksinnleggið hjá Øssuri Hansen er annars rímiliga vandaleyst. Sergi kundi bara latið bóltin farið afturum baklinjuna, men velur at seta høvdið á bóltin. Løtu seinni sæst Jens Kristian Hansen renna í ovfarakæti upp á tvørs av vøllinum, meðan føroyskum spælararnir hálsfevna nýklakta FM-vinnaran í B36.

Eigur troyggjuna enn

Tað er ikki fyrr enn átta minuttir eru eftir, at Luis Enrique staðfestur sigurin fyri Spania við málið til 3-1. Í 82 minuttir er føroyska liðið væl við í dystinum. Fyri tann tá 26 ára gamla Jens Kristian Hansen er talan um endan á einum fantastiskum ári.

- Vit vunnu FM við einum sterkum B36-liðið, sum hevði sjey landsliðsspælarar. Hetta var endin á einum minniligum kappingarári. Vit vunnu eisini báðar dystirnar á Malta í hesum bólkinum, minnist Jens Kristian afturá.

Hann tók troyggjuna, sum hann skoraði málið í við heim. Á myndini er hann avmyndaður í troyggjuni, sum hann skoraði minniliga málið móti Spania. Hin troyggjan er frá dystinum í 1996 á Svangsakarði. Har býtti hann troyggju við ongan minni enn Fernando Hierro, sum í fleir ár var liðskipari hjá bæði Real Madrid og Spania.

-Eg haldi hetta er kanska tann flottast troyggjan eg eigi. Eg havi ongantíð verið tann, sum rennur eftir einum ávísum spælara fyri at býta um troyggju, so eg Fernando Hierro munnu hava staðið við síðurnar av hvørjum øðrum, sigur Jens Kristian Hansen.

Tað hendir seg enn tann dag í dag, at fólk minna Jens Kristian á flúktaran í Gijon, sjálvt um tað eru góð 22 ár síðani.

- Hetta er málið tey minnast meg fyri. Tað verður eisini nevnt í miðlunum av og á. Tá kunnu fólk finna upp á at tosa við meg um málið, sigur Jens Kristian Hansen.

Allan Simonsen er stjørnan

Fyri tey, sum vóru við á ferðini til Gjión, er túrurin minniligur. Landsliðsvenjari var Allan Simonsen, sum frá 1979 til 1982 spældi við FC Barcelona. Spaniólar hava ikki gloymt spinkla danskarar, sum í 1977 verður kosin til ársins spælara í Evropa.

Uttanfyri gistingarhúsið møta bæði áskoðarar og fjølmiðlafólk, fyri at fáa orðið á bóltsnillingin úr Velje.

Kvøldið fyri dystin venur landsliðið á El Molinon leikvøllinum, eftir at sponsku stjørnurnar hava verið á vøllinum. Venjingin er opin fyri almenninginum og tað ávirkar onkrar av teimum yngru spælarunum, skrivar Sosialurin eftir dystin.

Hvørki Todi Jónsson ella Uni Arge, sum skoraðu í fyrru uppgerðini, eru við vegna skaðar. Liðið er nakað broytt til dystin. Niðurstøðan eftur dystin er, at føroyska landsliðið hevur gjørt allar metingarnar hjá sponskum miðlum til skammar. Teir tosa undan dystinum um nýtt landsliðsmet, sum er ein 12-1 sigur Malta.

##med4##

Soleiðis verður ongantíð, og nýggir menn sum Pól Thorsteinsson og debutanturin Sámal Joensen fáa rós fyri avrikið. Tað er galdandi fyri alt liðið.

Landsdysturin í Gijón fer í søguna, sum ein av góðu upplivingunum hjá øllum teimum, ið vóru við. Bæði á og uttanfyri vøllin.

Mynd: (Álvur Haraldsen)

Faroes - Spain 2-6. 1998 World cup qualifiers. Two great goals against Zubizarreta

1997 (October 11) Spain 3-Faroe Islands 1 (World Cup Qualifier).avi