Tað er gott lag á sandoyingum

1. DEILD: Sigurin í Sørvági ber boð um, at tað av álvara gongur rætta vegin, halda teir í B71

mynd: b71.fo

mynd: b71.fo

Tað restar framvegis nógv í, at fótbóltsliðið hjá sandoyingum aftur skal vera í fremstu røð, men tað gongur rætta vegin.

Tað halda teir í B71. Eftir trivaliga 3-0 sigurin ímóti 07 Vestur á Dungasandi í gjár, verður hugleitt um liðið og framgongdina, sum er at síggja, og tað verður roknað við, at tað býr meiri í liðnum, tí tað er stórur áhugi, og tað er kapping um plássini.

Aron Clementsen setti hol á í sætta minutti, tá ið hann eftir horna og út frá smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og bólturin umvegis stólpan fór í málið.

Heimaliðið pressaði nógv og leingi í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.

Í seinna hálvleiki spældi B71 so væl sum ongantíð fyrr í ár, siga sandoyingar.

Gustav Wassman økti til 2-0, tá ið eitt korter var eftir, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, varð 3-0 sigurin staðfestur. Markus Clementsen átti uppleggið og yngri beiggi hansara Aron Clementsen skoraði til 3-0 og varð harvið tvífaldur málskjútti.

B71 er á sætta plássi við 17 stigum, og 07 Vestur er á áttanda plássi við 14 stigum.

Dystarfrásøgn og hugleiðing um B71 ber til at lesa her

https://www.b71.fo/index.php/374-1-deild-menn-07-vestur-b71-0-3 k

Víkingur12741261225
NSÍ11641291822
11623201820
B6812534251718
HB11533251918
B7112525222017
B3612525172217
07 Vestur12354161814
FC Hoyvík1212915385
AB1111912254

 

12. umfar

15. juli

KÍ - AB

10. august

NSÍ  HB

13. umfar

26. juli

B68 - Víkingur

HB - KÍ

B36 - NSÍ

AB - 07 Vestur

B71 - FC Hoyvík

mynd: b71.fo