Tað er gullregn við Margáir

HB stórsigurin ber við sær, at tað nú eru fýra stig aftur til KÍ, sum hevur verri málmun er toppliðið

Hilmar Leon Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB í kvøld

Hilmar Leon Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB í kvøld

FM favorittarnir í HB eru á veg úr Streymnesi og suður aftur í høvuðsstaðin. Í viðførinum hava favorittarnir trivaligan 5-1 sigur. Úrslitið ber við sær, at tað nú eru fýra stig frá HB og aftur til KÍ. Úrslitið ber eisini við sær, at HB styrkti nógv um málmunin, sum kann verða avgerandi, um tað – sum ikki kennist vera serliga sannlíkt – fer at standa á jøvnum í stigum millum HB og kappingarneytan.

KÍ hevur 48 stig og málmunin +40. HB hevur 53 stig, og eftir 5-1 sigurin í kvøld er málmunurin hjá HB +45.

Tað sást væl, at talan var um toppliðið, sum var á vitjan, og at HB er væl trimmað lið, meðan EB/Streymur er lið, sum ikki hongur so væl saman, og sum ikki hevur somu breidd, sum HB hevur.

Trý mál vórðu skorað eftir lítlari løtu í fyrra hálvleiki, og felags fyri tey øll var, at tey vórðu skorað eftir horna.

Málini vórðu skorað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og øll vórðu skorað eftir hornaspark og aftur og fram.

Hilmar Leon Jakobsen legði HB framum 1-0 í 20. minutti. Andras Ó. Olsen javnaði í 25. minutti, og minuttin eftir var tað Daniel Johansen, sum aftur legði HB framum 2-1.

HB legði fyri við øgiligum trýsti, uttan at talan var um so nógvar upplagdar málmøguleikar. Síðstu løtuna hevur tað ikki verið so stórur munur á, sum tað var fyrsta hálva tíman.

 Síðani hann kom aftur eftir langan skaðasteðg hevur kanónin hjá Adriani Justinussen ikki verið so neyv, sum hon var fyrr í ár. Men í kvøld eydnaðist tað honum at skora. Tað var lítla løtu eftir steðgin, at Adrian Justinussen fangaði bóltin, tá ið heimaliðið var á veg fram í álop. Adrian gjørdi skjótt av, og so smekkaði hann bóltin í málið.

Tólv minuttir undan leikloki varð tað greitt, at øll stigini fóru úr Streymnesi, tá ið Hilmar Leon Jakobsen eftir langa sending tamdi bóltin og skoraði við skoti úr 22 metrum. Og átta minuttir undan leikloki var tað innskifti Øssur Dalbúð, sum vit fínum stútara økti til 5-1, eftir at Daniel Johansen hevði lagt diagonalsending úr vinstru. 

EB/Streymur – HB 1-5 (1-2)

0-1: Hilmar Leon Jakobsen 20.

1-1: Andras Ó. Olsen 24.

1-2: Daniel Johansen 26.

1-3: Adrian Justinussen 48.

1-4: Hilmar Leon Jakobsen 77.

1-5: Øssur M. Dalbúð 82.

Dómari: Dagfinn Forná

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Olsen, Petur Zachariasen, Ragnar B. Danielsen (Magnus Jarnskor, 75.) – Rói H. Olsen, Bárður Olsen (Høgni Hummeland, 68.), Hjalti Kárason Djurhuus (Magnus Heinason, 59.), Símun Sólheim – Gutti Dahl-Olsen

Gult kort: Hjalti Kárason Djurhuus, Bárður Olsen

Venjari: Jákup Martin Joensen

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalti Mohr, Bartal Wardum (Hørður H. Askham, 61.), Heðin Hansen – Jógvan Rói Davidsen, Mathias Nygaard, Dan í Soylu (Tróndur Jensen, 61.), Daniel Johansen – Pætur J. Petersen (Øssur M. Dalbúð, 71., Hilmar Leon Jakobsen, Adrian Justinussen

Gult kort: eingin

 

Venjari: Jens Berthel Askou

 

 

Hilmar Leon Jakobsen skoraði tvey mál fyri HB í kvøld