Tað er langt síðani HB vann í Fuglafirði

Sjey tær seinastu ferðirnar hevur ÍF vunnið ella er tað endað javnt, tá ið HB hevur vitjað

Tølini siga, at síðstu árini hevur tað gingið striltið hjá HB at vinna fulla úrtøku í Fuglafirði.

HB er ikki farið úr Fløtugerði við fullari úrtøku síðani fyrsta apríl í 2013, tá ið gestirnir fóru til hús við 2-0 sigri. Síðani hava ÍF og HB dystast sjey ferðir í landskappingini í Fuglafirði.

Tølini siga, at ÍF hevur vunnið tríggjar ferðir, og at tað fýra ferðir er endað javnt. Síðsti dysturin var 24. august 2017. Hetta árið flutti ÍF niður við tólv stigum. 24. august 2017 vann ÍF 2-1 á heimavølli ímóti HB.

Hjá ÍF eru Tóri Traðará, Henry Heinesen og Poul Nolsøe Mikkelsen langtíðarskaddir. Dávid Langgaard er skaðadarvaður í fótinum. Tað er ikki vist, at hann verður førur fyri at spæla ídag.

Hjá HB eru Dan í Soylu og Magnus Egilsson leikbannaðir. Eftir HB sigurin á Eiði varð sagt, at Andreas Breimyr hevði brotið fótin. Nú verður upplýst í HB, at Breimur hevur ikki brotið fótin. Tað er ikki greitt enn, nær hann verður tøkur aftur.

Ivasamt er tað, um miðverjin Bartal Wardum verður førur fyri at spæla í Fuglafirði ídag.