Soleiðis var B36 avrikið

Her eru leikarametingarnar av B36 leikarunum frá dystinum á Svangaskarði í dag.

B36 vann í dag ein greiðan 2-4 sigur á Svangaskarði. Hóast dysturin var javnur fyrstu løtuna, so hevði eitt reytt kort til B68 ein avgerandi leiklut í dystinum. 

 

Soleiðis spældu B36 leikararnir :

 

Tórður Thomsen 3 : Málverjin kundi ikki lastast fyri nakað málið hjá B68 og hevði eina góða bjarging í fyrra hálvleiki. Hann hevði tó ikki so nógv at gera í seinna hálvleiki.

 

Høgni Eysturoy 3 : Hevði gott tamarhald á sínari síðu defensivt. Hevur kanska onkuntíð verið eitt sindur meira framrættaður, men samanumtikið eitt fínt avrik.

 

Hørður Askham 5 : Royndist væl í B36 verjuni, umframt at verjuleikarin skoraði 2 mál aftaná hornaspørk. Dagsins leikari á B36 liðnum.

 

Andrias Eriksen 2 : Hevði stórar trupulleikar av Óla Olsen fyrstu løtuna. Aftaná tað reyða kortið var tað tó meira friðarligt hjá B36 verjuleikaranum, ið leikti ein framúr góðan dyst seinast móti HB. Var tó ikki líka sannførandi í dag.

 

Alex Mellemgaard 4 : Hevði eisini gott tamarhald á teimum flestu verjustøðunum. Umframt tað, so legði vinstri bakkurin eisini upp til 2 mál hjá B36, tá hann við tveimum hornaspørkum fann Hørð Askham.

 

Róaldur Jakobsen 3 : Eitt góðkent avrik. B36 miðvøllurin var í undirtali móti B68 miðvøllinum tí fyrstu løtuna, men eftir tað reyða kortið fótaði B36 sær veruliga og Róaldur var avgerandi fyri spælið hjá B36.

 

Hanus Thorleifsson 3 : Spælir í einum nýggjum leikluti sum sentralur miðvallari. Hann royndist eisini væl og var nógv við í spælinum hjá B36. B36 miðvøllurin var tó nógv trýstur av toftamonnum tí fyrstu løtuna.

 

Rasmus Dan Sørensen 3 : Tordi væl at bjóða av og var við í fleiri álopsstøðum hjá B36. Er ein leikari í stórari menning.

 

Jákup á Borg 3 : B36 liðskiparin skoraði 1 mál við brotssparkið, har sum hann sjálvur bleiv feldur. Var eisini við í tí mesta hjá B36, hóast B36 liðið ongantíð veruliga bleiv vandamikið.

 

Lukasz Cieslewicz 3 : Stóri spælarin á B36 liðnum. Hevur fyrr leikt betri dystir og var ikki so sjónligur størsta partin av dystinum. Men hann slerdi til í avgerandi støðuni í dystinum, tá hann legði B36 á odda 2-1. 

 

Adeshina Lawal 3 : B36 áleyparin stríddist væl og kom ofta fram til avgerandi støður. Tað bleiv tó sjáldan vandamikið og Adeshina Lawal hevur eisini fyrr leikt betri dystir.

 

 

Samanumtikið: B36 vann 2-4 á Svangaskarði í dag. Áðrenn dystin kundi roknast við at tað kundi gerast ein javnur dystur og fyrstu løtuna av dystinum, var tað eisini ein hendingarríkur og javnur dystur. Men eftir reyða kortið tóktist tað vera lætt at finna eina avgerð í dystinum. B36 hevði neyðugu dygdirnar til at koyra ein tryggan sigur heim á útivølli móti B68. Leikararnir vóru javnt góðir, tað var eingin ið hevði ein vánaligan dag og tað var eisini ringt at peika nakran leikara út, ið leikti framúr. Men Hørður Askham var dagsins maður, av tí at hann við tveimum málum og góðum verjuspælið var avgerandi fyri útfallið í dystinum.

 

 

 

Leikarametingarnar hjá B68 koma út eitt sindur seinni í kvøld.