Tað flýtur yvir við gulli hjá Vár og svimjarunum

Føroysku svimjararnir við Vár Erlingsdóttir Eidesgaard á odda hála enn fleiri gullmerki í dag.

Vár Eidesgaard hevur svomið seg til seks gullmerki (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Vár Eidesgaard hevur svomið seg til seks gullmerki (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Aftur ein svimjidagur á Gibraltar og aftur ein glitrandi gulldagur hjá føroysku svimjarunum.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard slakaði ikki av í dag heldur, og eins og í gjár og fyrradegnum tekur hon tvey gullmerki heim úr uttandura svimjihylinum á Gibraltar.

Føroyski gullsvimjarin setti í dag mótstøðuna til viks í bæði 50 og 400 metra frísvimjing.

Eins og hinar dagarnar eru tvey gull løgd afturat teimum hjá Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.

Í dag vóru tað Óli Mortensen, ið var skjótastur at svimja 800 metra frísvimjing, eins og Signhild Joensen eisini vann Føroyum gull í 200 metra ryggsvimjing.

Savnaða føroyska heiðursmerkjahálið í svimjing er nú 12 gull, tvey silvur og  átta bronsumerki. Tað eru flest heiðursmerki av øllum tjóðum.

Vár Eidesgaard hevur svomið seg til seks gullmerki (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)