Tað gekk akkurát hjá meistarunum

Innskifti Páll A. Klettskarð skoraði sigursmálið í Gøtu í næstsíðsta minutti

Víkingur hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti KÍ í sjey ár. Í dag sá tað leingi út til, at tað fór at eydnast, tí inntil tað restaðu átta minuttir, var Víkingur frammanfyri 1-0, og so vann KÍ 3-1.

Í fyrsta álopinum, sum teir høvdu, løgdu víkingarnir seg á odda 1-0. Jákup Johansen spældi fikst í vinstru til Sølva Vatnhamar, sum av baklinjuni legði innfyri, og undir málinum stakk Finnur Justinussen seg fram og stýrdi bóltin umvegis tvørtræið og í málið.

Hóast KÍ legði betri fyri og spældi seg í spentar støður, so mentust heimamenninir. Teir vóru ágangandi frammarlaga á vøllinum, so KÍ verjan viðhvørt var strongd í uppspælinum.

Lítla løtu eftir leiðslumálið kundi Víkingur havt økt um leiðsluna, tá ið Gunnar Vatnhamar varð spældur leysur mitt fyri, men Kristian Joensen leyp úr málinum og stórbjargaði.

Klaksvíkingar høvdu fleiri støður í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, uttan at Elias Rasmussen av álvara nýttist at spenna seg út, og so var tað um reppið, at Víkingur í síðstu løtu í fyrra hálvleiki økti um leiðsluna. Finnur Justinussen fekk fatur á bóltinum, tá ið KÍ royndi at leggja aftur til málverjan, men so vann Kristian Joensen tvídystin teirra millum á brotsteigarmarkinum.

Víkingur var nógv bragdligari fyrstu løtuna eftir steðgin, tá ið bólturin var meiri á KÍ hálvuni.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð trýstið hjá KÍ størri. Ole Erik Midtskogen fekk stóran møguleika, tá ið hann eftir sending frá Ísaki Simonsen varð leysur innanfyri verjuna, men hann tøvdi eitt bil, og so varð taklað til horna.

Eftir fínt álop í vinstru hevði Víkingur bóltin í KÍ málinum, men tá varð kolldømt fyri rangstøðu.

So snúði tað seg nógv um álop hjá KÍ og verju hjá Víkingi. Tað vóru spentar støður, og innskifti Páll Klettskarð hevði stóran møguleika at javna eftiinnlegg frá Ísak Simonsen.

Og í 82. minutti eydnaðist tað at javna. Innskifti Boris Dosljak legði flatt innfyri úr høgru, Páll Klttskarð royndi við nærra stólpa at stýra bóltin í málið, men tað eydnaðist ikki, og so var Ole Erik Midtskogen á rætta stað við handara stólpan og 1-1.

Páll A. Klettskarð hevur mangan verið boysin hjá víkingum í Sarpugerði, og soleiðis var tað eisini ídag. Hann skoraði sigursmálið til 2-1, og so var fagnaður í leguni hjá gestunum, meðan heimamenninir – eftir gott avrik og leiðslu í langa løtu – vóru vónbrotnir um at standa eftir við ongum.

 https://www.in.fo/myndasavn/

 

Víkingur – KÍ 1-2 (1-0)

1-0: Finnur Justinussen 11.

1-1: Ole Erik Midtskogen 83.

1-2: Páll A. Klettskarð 89.

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Bergur Gregersen – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz (Noah Mneney, 89.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (Elias Lervig, 79.) – Finnur Justinussen

Gult kort: Gunnar Vatnhamar, Lukasz Cieslewicz, Finnur Justinussen, Elias Lervig

Venjari: Eyðun Klakstein

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic (Steinbjørn Olsen, 77.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Páll A. Klettskarð, 67.) – Jonn Johannesen (Boris Dosljak, 63.), Ole Erik Midtskogen

Gult kort: Jóannes K. Danielsen, Ole Erik Midtskogen, Odmar Færø, Jákup B. Andreasen, Steinbjørn Olsen, Boris Dosljak

Venjari: Mikkjal Thomassen